Manchester United hevur gjørt avtalu við fyrrverandi leikaran, Michael Carrick, at taka sær av venjingini av stórfelagnum.
Tað er annars ein annar fyrrverandi miðvallaleikari hjá United, skotin Darren Fletcher, ið hevur tikið sær av liðnum síðan portugisin Ruben Amorim herfyri fekk sekkin.
Nógvir mans eru annars settir í samband við Manchester United hesar dagarnar, ið eru gingnir, og teirra millum hevur norðmaðurin Ole Gunnar Solskjær, ið fyrr hevur verið manager í felagnum, verið millum favorittarnar.
Men nú bendir alt á, at leiðsla og eigarar í Manchester United hava sett sær fyri, at bíða við at finna rætta persónin til seinni í ár, og tí er avtala gjørd við Michael Carrick um at vera fyribils venjari tað, sum eftir er at hesum kappingarárinum.
Michael Carrick var annars hjálparvenjari hjá United meðan Solskjær var manager. Og Carrick tók sær eisini av liðnum í nakrar fáar dystir eftir at Solskjær gavst og Ralf Rangnick tók yvir, hatta var í november-desember 2021.
Carrick spældi við Manchester United í 12 ár frá 2006 til hann gavst í 2018. Í 2022 gjørdist hann venjari í Micclesbrough, men misti hetta starvið í fjørsummar.
Manchester United liggur í løtuni á sjeynda plássi í Premier League við 32 stigum fyri 21 dystir.
Ein av størstu dystunum á árinum stendur fyri framman, grannauppgerðin á heimavølli móti Manchester City verður leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald