Fótbóltur

Casilias: Eg gevist ikki enn

Spanski málverjin ætlar at halda fram við fótbóltinum, um hjartað loyvir tí.

Casillas avvísir ikki, at hann fer í handskarnar aftur (Mynd: EPA)

Casillas avvísir ikki, at hann fer í handskarnar aftur (Mynd: EPA)

2019-05-17 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. mai fekk 37-ára gamli legendariski spanski málvejrin ein hjartatilburð til venjing hjá Porto FC. Casillas varð akut koyrdur á sjúkrahús, har ein væleydnað skurðviðgerð varð framd.

Síðani hevur ivi verið sáddur um, leikarin við 724 dystum fyri Real Madrid, 162 landsdystir fyri Spania og yvir 100 dystum fyri Porto fer at verða førur við at spæla aftur.

Í dag byrjaðu miðlar í Portugal at skriva, at Iker Casillas fór at kunngera heilt skjótt, at hann steðgaði sína yrkisleið. Hesi tíðindi hava nógvir miðlar borið í dag, men á Twitter hevur málverjin avsannað tíðindini: 

" Ein dagur kemur, har eg eri noyddur at steðga mína yrkisleið. Lat meg kunngera tey tíðindini, tá tann tíðin kemur. Beint nú hvíli eg meg. Eg varð kannaður av Dr. Filipe Macedo í gjár, og alt sá fínt út. Tað eru sera góð tíðindi, sum eg vil deila við øll"

Hetta skrivaði spaniólin á sosiala miðlinum. Harvið er ikki vist, at Casillas hevur verið á vøllinum fyri seinastu ferð. Málverjin skrivaði í mars nýggjan eitt-ára sáttmála við portugisiska stórfelagið.

Iker Casillas er kosin til heimsins besta málverja fimm ferðir, og hevur vunnið alt sum vinnast kann; m.a. HM, EM tvær ferðir og Champions League tríggar ferðir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder