Tá hetta súkkluárið er av, so gevst bretski súkklarin, Mark Cavendish, við at súkkla á hægsta stigi.
Hetta upplýsti hann í dag á tíðindafundi, ið hildin var á frídegnum undir stóru súkklukappingini Giro d’Italia.
38 ára gamli Mark Cavendish, sum súkklar fyri felagið Astana, hevur ætlanir um seinni í summar at gera eina roynd at gerast súkklarin, sum hevur vunnið flestar Tour de France sigrar yvirhøvur.
Hann er skrásettur fyri 34 sigrar í stóru fronsku súkklukappingini – tað er tað sama, sum legendariski belgiski súkklarin, Eddy Merckx.
Enn hevur Mark Cavendish ikki vunnið nakran sigur í Giro d'Italia í ár. Tilsamans hevur hann vunnið 161 sigrar sum professionellur súkklari.
Manoyingur
Mark Cavendish er manoyingur, og byrjaði sína karrieru m.a. við at súkkla á oyggjaleikum móti eitt nú Gunnar Dahl Olsen og øðrum.
Á leikunum á Guernsey í 2003 vann Mark Cavendish gull í býarkoyring, tíðarkoyring fyri lið og landavegskoyring fyri lið, hóast hann sjálvur ikki náddi á mál í hesi kappingini, har Gunnar Dahl Olsen vann bronsu aftanfyri tveir aðrar manoyingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald