Annað

Challenge Cup: Mjølnir tapti aftur 3-0

Men føroyameistararnir skoraðu minst 21 stig í hvørjum setti, og harvið var spenningur í Klaksvík, tá sterka niðurlendska Sliedrecht Sport vitjaði.

Serliga var tað í 2. setti, sum var ógvuliga spennandi. Mjølnir var bæði á odda 19-16 og 23-21, men tá komið var til avgerandi bóltarnar, var Sliedrecht stinnari. Mjølnir legði eisini út sum eitt óløgi við góðum spæli í 3. setti (Mynd: Sverri Egholm)

Serliga var tað í 2. setti, sum var ógvuliga spennandi. Mjølnir var bæði á odda 19-16 og 23-21, men tá komið var til avgerandi bóltarnar, var Sliedrecht stinnari. Mjølnir legði eisini út sum eitt óløgi við góðum spæli í 3. setti (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-19 22:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld brustu Mjølnir og Sliedrecht Sport saman í Klaksvíkar Badmintonhøll.

Eins og í síðstu viku endaði tað 3-0 til niðurlendsku favorittarnir, men eins og í undafarnu evropeisku heimadystum, gav Mjølnir útlendsku mótsstøðuni skarpan gang.

Serliga var tað í 2. setti, sum var ógvuliga spennandi. Mjølnir var bæði á odda 19-16 og 23-21, men tá komið var til avgerandi bóltarnar, var Sliedrecht stinnari.

Mjølnir legði út sum eitt óløgi við góðum spæli í 3. setti, og tað var bæði 9-3 og 12-7. Tað eydnaðist tó ikki at "halda dampin uppi", og gestirnir vunnu 25-21. Tað endaði fyrsta sett eisini.

Harvið eru norðyingar úti av Challenge Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin. Eins og Fleyr-kvinnurnar, er tað við tveimum 3-0 tapum í 1. umfari.

Men teir hjá Mjølni kunnu heilt víst nýta hetta avrikið til nakað. Leingi spældu teir væl upp við sterku mótsstøðuna.

Challenge Cup 1. umfar - seinni dysturin
Klaksvíkar Badmintonhøll, 19. november
Mjølnir - Sliedrecht Sport (Niðurlond) 3-0

21-25, 23-25, 21-25

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder