Átta dystir eru á skránni í kvøld. Tveir byrja klokkan 17.45. Í Kiev er so at siga einki at spæla fyri: Lewandowski og Bayern hava, sum vant, buldra seg víðari, og Kiev kann allahelst ikki røkka 2. plássinum.
Dysturin í Villareal er ógvuliga spennandi á pappírinum: Tað er oddadystur í bólki F, um og um ein vinnari verður funnin, so viðkomandi lið víðari, ella so gott sum tað. Hetta er fyrsti dysturin hjá Manchester United, eftir at Ole Gunnar Solskjær varð settur og tann fyrsti við Micheal Carrick sum venjari. Tað er óvist, hvussu leingi 40-ára gamli fyrrverandi leikarin og hjálparvenjarin stendur á odda, men uppgávan hjá honum í kvøld er íhvussu er stór. Carrick og toymi hava millum annað valt, at Donny van De Beek skal byrjan inni, og og at Bruno Fernandes skal sita á bonkinum, tá dysturin fer í gongd. Í hinum dystinum í bólkinum er Atalanta favorittur og skal vinna fyri at seta seg í góða støðu undan seinasta umfari.
Í bólki G er púra opið. Í bólki H hevur Juventus fult stigatal og er víðari og fær í kvøld vitjan av oddaliðnum í Premier League. Liðnum hjá Thomas Tuchel tørvar eitt stig fyri at koma víðari til áttandapartsfinalurnar. Chelsea vann Champions League í fjør og hevur higartil havt eitt gott kappingarár.
Tað hevur Barcelona ikki heilt, og tíggju stig eru upp til Real Madrid og fyrsta plássið í La Liga. Í bólki E tapti liðið fyri Benfica í Lissabon, men nú stendur Xavi á odda - til sín fyrsta dyst í Champions League - og við sigri í kvøld kann hann fáa katalanska liðið víðari. - um tað ikki eydnast verður bitið negl í Barcelona, tí Bayern á útivølli er seinasta uppgávan í bólkaspælinum, meðan Benfica tekur móti Dynamo Kiev.
Champions League-bólkaspæl, 5. umfar
Týsdagin 23.11
Bólkur E
17.45: Dynamo Kiev - Bayern Munchen
20.00: FC Barcelona - Benfica
1.Bayern 12 stig
2.Barcelona 6 stig
3.Benfica 4 stig
4.Dynamo Kiev 1 stig
Víðari
Bólkur F
17.45: Villareal - Manchester United
20.00: Young Boys - Atalanta
1. Manchester United 7 stig
2. Villareal 7 stig
3. Atalanta 5 stig
4. Young Boys 3 stig
Bólkur G
20.00:
Lille - Salzburg
Sevilla - Wolfsburg 1-2
Salzburg 7 stig
Lille 5 stig
Wolfsburg 5 stig
Sevilla 3 stig
Bólkur H
Malmö FF - Zenit St. Pætursborg
Juventus - Chelsea
Juventus 12 stig
Chelsea 9 stig
Zenit 3 stig
Malmö 0 stig
Víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald