Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik sá tað út til, at tað møguliga fór út í longda leiktíð í Gundadali. HB skuldi hava minst trý mál, og tá Lasse Andersen beindi eitt innlegg frá Símuni Samuelsen í málið, manglaði bert eitt mál í hjá føroyameistarunum fyri at fáa javnvág í rokniskapinum. HJK Helsinki tyktist ikki at vera heilt uppi í gear og tók kanska heldur lætt upp á uppgávuna. HB kom tó í hesa støðuna við sera góðum og klókum arbeiði og góðum fokusi. Men beint sum tað sá heilt gott og spennandi út, varð alt vent á høvdið.
HB var uttan Adrian Rúnasson Justinussen og Ara Mohr Olsen í mun til fyrra dystin. Í teirra stað komu Pætur Petersen og Sebastian Pingel, og teir komu báðir við einum megnar innsatsi. Tað var eisini Pingel, ið fekk hol á fyri heimaliðið. Eftir eina góða ágangandi byrjan hjá HB, var tað ein uppiborin leiðsla. Liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen spældi innum verjuna til danska áleyparan, ið tók eitt trekk og smekkaði síðani bóltin væl inn umvegis stongina. Í høvuðsheitinum vóru teir reyðu-svørtu omaná í 1. hálvleiki; liðið hjá Heimir Guðjónsson hevði bóltin meira og skapti nakrar vandamiklar støður, og helt samstundis útiliðnum fullkomiliga frá møguleikum.
(Mynd: Olaf Olsen)
HJK spardi millum annað liðformannin Sebastian Dahlstrøm og áleypararnar Riku Riski og Lassi Lappalainen (tvífalda málskjúttan frá fyrra dystunum) frá byrjan. Áleypararnir komu inn í steðginum, og útiliðið royndi beinanvegin at trýsta fyri at fáa útivallarmálið, men ístaðin sló HB til eftir hornasparksstøðu. Tíverri svaraðu finnar skjótt aftur. Eftir eitt innlegg ið var heilt vandaleyst fingu tveir HB-leikarar ikki samskift nóg væl og avgreitt støðuna, og so takkaði Riski fyri. Áleyparin javnaði til 2-2, tá hann snýttti rangstøðufelluna hjá HB, ið satsaði, og so lyfti hann bóltin væl uppum Teitur Matras Gestsson.
Eftir 2-1 málið fór luftin eitt sindur úr ballónini hjá føroyameistarunum, ið nú aftur skuldu hava trý mál. HB-leikararnir stríddust tó framvegis væl og søktu at, eisini eftir útjavnandi málið. Pætur var nær við at leggja HB á odda aftur, men tíverri gjørdist tað ikki til trý evropeisk stig til føroyskan fótbólt. HB fekk tó eitt og fekk víst styrki undan komandi dystum. Tað veðrur í Europa League og allarhelst ímóti norðurírsku meistarunum, Linfield.
Champions League 1.umfar, seinni dysturin
16.07, kl. 19.00 í Gundadali
HB - HJK Helsinki 2-2 (1-0) *2-5 samanlagt
1-0 17' Sebastian Pingel
2-0 56' Lasse Andersen
2-1 59' Riku Riski
2-2 77' Riku Riski
HB(4-2-3-1): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður H. Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Tróndur Jensen, Daniel Johansen - Pætur J. Petersen, Dan í Soylu (77' Brynjar Hløðversson), Símun Samuelsen - Sebastian Pingel
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald