Í gjárkvøldið tók BK Häcken móti Paris FC í næstseinasta umfarinum í Champions League-bólkaspælinum hjá kvinnum. Svenska felagið var undan dystinum eitt stig frammanfyri franska høvuðsstaðarfelagið, og soleiðis er eisini eftir málleysu uppgerðini.
Bæði liðini høvdu annars góðar møguleikar at avgera dystin - millum annað misnýtti Häcken eitt brotsspark í fyrra hálvleiki. Tær í gulum og svørtum hava tó framvegis fyrimunin í mun til at koma víðari, tí tær eru á 2. plássi í bólkinum.
Hæddarpunktini síggjast niðanfyri:
(Youtube)
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
1. Chelsea 11 stig
2. BK Häcken 8 stig
----------------------
3. Paris FC 7 stig
4. Real Madrid 1 stig
Tvey lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar
6. og seinasta umfar
Mikudagin 30. januar
17.45: Real Madrid - BK Häcken
Paris FC - Chelsea
Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur spælt við Häcken síðani síðsta summar, tá hon skifti úr Superliga-felagnum FC Nordsjælland. Hoyvíkskvinnan var innskiftari í fyrsta Champions League-dystinum, sum Häcken vann í París. Jóhanna er byrjað inni í trimum teimum seinastu dystunum í kappingini - tveimum móti Chelsea. Í gjár spældi hon 82 minuttir á sentrala miðvøllinum móti Paric FC.
Harvið er Jóhanna Sørensen longu í einum heilt góðum parti av evropeiskum fótbólti, tí bert 16 lið eru í Champions League-bólkaspælinum. Mótsstøðuliðið í gjár spælir í tí hægst styrkismettu landkappingini í Evropa.
Jóhanna er uppvaksin í HB men spældi í nógv ár í donskum ungdómsfótbólti. Higartil hevur 18-ára gamli spælarin umboðað donsku ungdómslandsliðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald