Fyrr í vikuni gjørdist greitt, hvørjum menninir hjá KÍ skulu spæla ímóti í 1. umfari í Champions League, umframt í 2. umfari um tað eydnast at koma víðari.
Les eisini:
KÍ fekk dreyma lutakast
Enn eitt heppið lutakast til KÍ
Nú er eisini staðfesti, hvørjum kvinnurnar hjá KÍ skulu spæla ímóti í Champions League seinna partin av juli.
Fyrstu umførini eru skipaði á tann hátt, at fýra lið verða trekt í ein bólk, sum verður spældur í sama landi. Har eru fyrst hálvfinalur. Vinnararnir har hittast í einari finalu, har vinnarin kemur víðari.
KÍ var styrkismett og trekti bulgarska meistaraliðið PFC Ludogorets 1945. Liðini spæla 22. juli.
Seinni dysturin verður 25. juli. Tá skulu føroyameistararnir spæla móti Zimbru Chişinău úr Moldova ella Mitrovica úr Kosovo. Um man tapir hálvfinala verður talan um dyst um 3. plássið
![]()
Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag
Tað verður mest sannlíkt greitt í morgin, í hvørjum landi bólkurin verður spældur.
Um KÍ vinnur báðar dystirnar í 1. umfari, kemur liðið víðari og í bólk við Brann Bergen, Ferencvaros og vinnaran av bólki 1 í fyrsta umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald