Sunnudag setti ferðalagið við KÍ-kvinnunum kósina móti Kosovo. Har er Champions League-uppgáva á skránni hesa vikuna hjá føroyameistarunum.
Meðan besta manslið felagsins roynir at spæla seg í 3. umfar í kappingini, royna kvinnurnar at koma í 2. umfar - hjá teimum er skipanin nakað øðrvísi.
KÍ skal í dag vinna á bulgariska meistaraliðnum fyri at koma víðari í Champions League.
Dysturin millum KÍ og Ludogorets byrjar klokkan 15.30 føroyska tíð. Eingin stroyming er, men til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá UEFA.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag skrivar annars, at veðrið í Kosovo hevur verið skiftandi - og ein avbjóðing:
Óansæð úrslit í dag, spælir KÍ aftur um vikuskifti í Kosovo: Um at koma víðari ella um 3. plássið í undanbólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald