Kvinnurnar hjá KÍ hava hesa vikuna verið í Kosovo og spælt í bólki 2 í 1. umfari í Champions League.
Mikudagin noyddist KÍ at lúta 3-0 móti Ludogorets í hálvfinaluni. Harvið hevði meistaraliðið úr Føroyum ikki møguleika at spæla seg víðari longur. Í dag var ístaðin spælt um 3. plássið í mini-kappingini.
Har var Zimbru Chisnau á skránni. Moldoviska meistaraliðið tapti heili 10-0 fyri vertunum mikudagin men kom, móti spæl og møguleikum, á odda móti KÍ eftir hálvan tíma í dag.
0-1 í steðginum, men KÍ gagnnýtti yvirvágina eftir steðgin, vísti seg sum sterkari lið og vann 4-1.
Durita Hummeland vísti vegin við málum. Vinstri vongurin gjørdi hattrikk innan eitt tíðarskeið á 25 minuttir - og í sama tíðarskeiði skoraði innskifta Malena Olsen eisini.
![]()
Durita Hummeland skoraði tríggjar ferðir fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Harvið endaði KÍ sum nummar trý av teimum fýra liðunum í bólkinum í 1. umfari - eins og NSÍ gjørdi í fjør. Mitrovica úr Kosovo vann bólkafinaluna í dag og er harvið víðari.
Hjá KÍ spældu fýra ungar og lokalar í Champions League á fyrsta sinni: Ranja Joensen, Karla Sjóstein, Rannvá Ryan og Birita Mohr.
Skjótt skal liðið hugsavna seg um at royna at vinna FM og koma aftur í Champions League: FM-bólkurin í Meistaradeildini fer í gongd 9. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald