Fótbóltur

Champions League: Soleiðis verða fjórðingsfinalurnar spældar

Ævintýrið hjá Bodø/Glimt er av. Nú eru trý sponsk lið, tvey ensk og so lið úr Fraklandi, Týsklandi og Portugal eftir.

Hugo Ekitike, til høgru, og Alexis Mac Allister, fegnast um 2-0 málið hjá Ekitike í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Hugo Ekitike, til høgru, og Alexis Mac Allister, fegnast um 2-0 málið hjá Ekitike í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2026-03-19 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir síðstu dystirnir í 1/8-finalunum í Champions League vórðu spældar í gjárkvøldið. Og her eydnaðist tað Liverpool FC at koma víðari við einum tryggum 4-0 sigri heima á Anfield móti turkiska liðnum Galatasaray.

Liverpool tapti annars fyrra dystin í Turkalandi 1-0.

Hitt enska liðið, sum skuldi royna seg í gjárkvøldið, Tottenham, vann sín heimadyst 3-2 móti Atletico Madrid. Men hetta var ikki nóg mikið fyri Tottenham, sum hevði tapt fyrra dystin 5-2.

Í hinum báðum dystunum var ongin ivi. Barcelona vann 7-2 (samanlagt 8-3) á Newcastle United, og Bayern Münchan vann 4-1 (samanlagt 10-2) á Atalanta úr Italia.

Glimt út í longda leiktíð

Fyrrakvøldið var ævintýrið hjá seinasta norðurlendska liðnum, Bodø/Glimt av. Eftir at hava vunnið óvæntaða stóran sigur, 3-0 heima á Aspmyra í Bodø, gjørdist tað eitt stórt vónbrot, tá norsku hetjurnar vitjaðu í Sporting CP í Lissabon. Norska liðið valdi at spæla verjukent fyri at varðveita leiðsluna, men tað miseydnaðist.

Portugisiska liðið vann 3-0, og so stóð á jøvnum og longd leiktíð mátti til. Tá fingu portugisar tvey mál afturat.

Arsenal, sum hevði vunnið allar dystirnar í Champions League higartil, spældi javnleik 1-1 í fyrra dystinum í Týsklandi móti Leverkusen. Men á heimavølli týskvøldi lótu londonbúgvarnir ongan iva vera, og vunnu 2-0.

Verri gekk hjá hinum báðum ensku liðunum. Chelsea tapti á heimavølli 0-3 (samanlagt 2-8) móti Paris Saint-Germain og Manchester City tapti heima 2-1 (samanlagt 5-1) á Real Madrid.

Sostatt verða fjórðingsfinalurnar spældar soleiðis:

PSG móti Liverpool
Real Madrid móti Bayern München
Barcelona móti Atletico Madrid
Sporting CP móti Arsenal

Fyrru fjórðingsfinalurnar verða spældar 7. og 8 apríl – seinnu vikuna eftir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder