Teir fyrstu 16 dystirnir í bólkaspælinum í Champions League eru nú leiktir. Her er eitt yvirlit:
Champions League bólkaspæl
1. umfar - týsdagin 14.09
Bólkur E:
F.C. Barcelona - Bayern Munchen 0-3
Dynamo Kiev - Benfica 0-0
Bólkur F:
Young Boys - Manchester United 2-1
Villareal - Atalanta 2-2
Bólkur G:
Sevilla - Salzburg 1-1
Lille - Wolfsburg 0-0
Bólkur H:
Chelsea - Zenit St. Pætursborg 1-0
Malmo FF - Juventus 0-3
Mikudagin 15.09
Bólkur A:
Manchester City - RB Leipzig 6-3
Club Brugge - PSG 1-1
Bólkur B:
Liverpool - AC Milan 3-2
Atletico Madrid - FC Porto 0-0
Bólkur C:
Besiktas - Borussia Dortmund 1-2
Sporting Clube de Portugal - Ajax 1-5
Bólkur D:
Sheriff Tiraspol - Shakhtar Donetsk 2-0
Inter Milan - Real Madrid 0-1
Byrjað varð týsdagin við einum skelki í Bern og fýra brotsspørkum og einum reyðum korti í Sevilla. Salzburg skoraði bert eitt av teimum trimum brotsspørkum, ið liðið fekk í fyrra hálvleiki - heimaliðið skoraði sítt - og megnaði ikki at gagnnýta at Sevilla fekk ein leikara útvístan tíðliga í 2. hálvleiki. Í Bern gagnnýtti heimaliðið, at Aaron Wan-Bissaka fekk beinleiðis reytt kort fyri vadamikla takkling stutt fyri hálvleik. Cristiano Ronaldo, ið nú hevur spælt flest Champions League-dystir saman við Iker Casillias, hevði lagt United á odda tíðliga eftir frálíkt innlegg frá Bruno Fernandes, men í 2. hálvleiki var einki veiggj í teimum tíggju hjá útiliðnum. Young Boys javnaði, og í langt inni í yvirtíðini gjørdi innskifti Jesse Lingard eitt risa mistak, Jordan Siebatcheu skoraði, og so var stórur fagnaður á heimaáskoðarunum. Eftir dystin eru nógv spurnartekin sett við taktisku førleikarnar hjá Ole Gunnar Solskjær.
Hini ensku feløgini í kappingini, Liverpool, Chelsea og City, vunnu á heimavølli og skoraðu samanlagt tíggju mál.
Romelu Lukaku skoraði einsamalla málið hjá Chelsea, og belgiski áleyparin hevur fingið eina frálíka byrjan í sínari afturvendan. Á Anfield levði Liverpool út sum eitt óløgi, kom á odda, men so brendi Mohammed Salah, og AC Milan fekk tvey mál stutt fyri steðgin. Hetta var fyrsti dystur hjá italska stórfelagnum í kappingini í sjey ár. Einki stig kom í afturvendanini, tí Salah gjørdi skaðan góðan aftur beint eftir steðgin, og Jordan Henderson avgjørdi dystin. Á Etihad komu níggju mál og harvið undrihald, men Pep Guardiola eftirlýst eftir dystin fleiri áskoðarar.
Í Barcelona skoraði Thomas Muller í fyrra hálvleiki, og Robert Lewandowski tvær ferðir í seinna hálvleiki. Harvið staðfest pólska malsmaskinan, at Bayern í løtuni er greitt betri enn Barca, ið er undir uppbygging aftur. Arvafíggindin hjá Barcelona fekk eitt gott úrslit í Milano. Rodrygo skoraði einasta málið hjá Real Madrid móti italsku meistarunum, seint í í dystinum.
PSG spældi fyri fyrstu ferð við Messi-Mbappé-Neymar, men tað eydnaðist bert at fáa javnleik í Brugge, og Ander Herrera skoraði málið. Fyrsti dysturin hjá Messi frá byrjan í franska høvuðsstaðarfelagnum, ið av álvara fer eftir Champions LEague-steypinum nú, eydnaðist harvið ikki væl.
Betri gekst hjá Dortmund í Istanbul, har Jude Bellingham og Erling Braut Haaland skoraðu málini. Haaland hevur framvegis meira enn eitt mál í miðal í Champions League. Tað hevur Sebastian Haller hjá Ajax eisini - liðið vann heili 5-1 í Lissabon. Í Malmo vann Juventus 3-0. Øll málini komu í 1. hálvleiki.
Um tólv dagar verður aftur Champions League-fótbóltur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald