Fótbóltur

Champions League: Walisar ella norðurírar bíða, um Kí kemur víðari

Kemur KÍ ikki víðari, eru tað helst meistararnir úr Montenegro, sum bíða í øðrum umfari av Conference League.

Vónbrotið móti RFS í fjørð skal turkast burtur við góðum avriki í evropeiskum fótbólti í ár (Savnsmynd: Sveri Egholm)

Vónbrotið móti RFS í fjørð skal turkast burtur við góðum avriki í evropeiskum fótbólti í ár (Savnsmynd: Sveri Egholm)

2022-07-06 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

[object Object]

Skuldi tað óvanliga hent, at KÍ tryggjaði sær víðari luttøku í Champions League-undankappingini við sigri yvir tveir dystir á Bodø/Glimt, so er tað vinnarin av dystinum millum walisisku meistararnar, The New Saints, og norðurírsku meistararnar, Linfield, sum bíðar í næsta Champions League undanumfari.

Tað kann ljóða – og er tað helst eisini á pappírinum – sum ein nógv lættari uppgáva enn móti norska meistaraliðnum.

Men veruleikin er, at føroysk lið – tó ikki KÍ – fleiri ferðir hava møtt júst hesum báðum mótstøðuliðunum, og bert einaferð er tað eydnast einum føroyskum liði at spæla seg víðari.

Hetta hóast vit hava lyndi at sammeta føroysku kappingina á nøkulunda sama støði sum kappingarnar í Wales og Norðurírlandi.

The New Saints og Linfield spældu sín dyst í gjárkvøldið. The New Saints vunnu 1-0.

Var í Føroyum fýra ár á rað

The New Saints hava tvær ferðir spælt móti føroyingum í evropeiskar kapping, báðu ferð mót B36. Í 2015 hittust liðini í fyrsta undanumfari í Champions League. Walisar vunnu báðar dystirnar, 6-2 tilsamans.

Í 2020 hittust liðini í øðrum undanumfari í Europa League. Hetta var í koronatíðini, tá tað bert varð spældur ein dystur. Dysturin varð leiktur á Tórsvølli, og endaði 2-2 eftir longda leiktíð. B36 vann brotssparkskappingina 5-4, Sebastian Pingel skoraði avgerandi málið. B36 kom tá víðari í triðja umfar, men tapti móti CSKA Sofia.

Linfield eru nógv betri kendir við føroyskan fótbólt.

Í 2012 spældu teir móti B36 í Champions League. Báðir dystirnir endaðu málleysir, men norðurírar komu víðari upp á brotsspark.

Árið eftir spældu teir í Europa League móti ÍF og vunnu trygt, 5-0 tilsamans.

Í 2014 fingu teir føroyska mótstøðu triðja árið á rað. Aftur hesaferð B36, nú í Europa League, og komu víðari eftir javnleik í Føroyum og sigur á heimavølli.

Og aftur í 2015 skuldu teir til Føroya. Hesaferð fyri at spæla móti NSÍ í Europa Leaue. NSÍ vann 4-3 heima, men norðurírar vunnu hin dystin 2-0 og komu víðari.

Í 2019 spældu teir móti HB í Europa League. Linfield vann 1-0 á heimavølli og spældi javnt í Føroyum, og spældu seg sostatt víðari.

Altso hevur onki føroyskt lið enn megnað at sláa Linfield út úr evropeiskari kapping, hóast nógvar royndir.

Montenegrinsk mótstøða mest sannlík

Hetta er mótstøðuliðini í næsta umfari, hjá tí liðnum, sum vinnur samanlagt millum Glimt og KÍ.

Sambært veddingarfyritøkunum eru sannlíkindini størri fyri, at KÍ tapir.

Um tað hendir, so er ikki liðugt hjá KÍ, men liðið fær ein møguleika afturat í Conference League, har liðið kemur inn í annað undanumfari av kappingini.

Og her verður mótstøðuliðið tað liðið, ið tapir uppgerðina millum bulgarska meistaraliðið PFC Ludogorets Razgrad og meistararnar úr Montenegro FK Sutjeska Niksic.

Liðini spældu fyrra dystin í gjárkvøldið, og Ludogrets vann 2-0. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder