2019-05-08 18:19
FIFA heldur fast um forboðið hjá enska ríkmannafelagnum Chelsea at keypa leikarar. Tað er staðfest eftir at Chelsea kærdi dómin.
Chelsea fingu í desember forboð fyri at keypa leikarar í tveimum tveimum næstu flytingargluggunum, tí at felagið hevði brotið reglar í samband við keyp av 29 leikarum undir 18 ára aldur. Felagið fekk eisini eina bót á 460.000 pund.
Chelsea kærdi avgerðina, men dómurin varð í dag staðfestur. Tó fær felagið loyvi at skráseta leikarar undir 16 ára aldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald