Fótbóltur

Chelsea hevur keypt amerikanskt stórtalent

Christian Pulisic skiftir til teir bláu í summar.

2019-01-02 10:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Enska stórfelagið Chelsea hevur keypt Christian Pulisic hjá Dortmund. Amerikanska stórtalentið skiftir til Chelsea í summar, áðrenn komandi kappingarár byrjar, skrivar Dortmund á síni heimasíðu.

Chelsea rindar 478 milliónir krónur fyri 20 ára gamla leikaran, sum seinastu árini hevur verið settur í samband við nøkur av teimum størstu feløgunum í heiminum.

Tekniskt sæð skiftir leikarin felag nú og verður læntur aftur til Dortmund fyri restina av kappingarárinum.

Christian Pulisic spældi 115 dystir fyri Dortmund, harav 81 ferðir í Bundesliguni og 20 ferðir í Champions League. Hann hevur eisini spælt 23 landsdystir fyri USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder