Fótbóltur

Chelsea hongur enn í

Ríkmannafelagið vann uppgerðina í London.

N'Golo Kante skoraði einsamalla málið í dystinum (Mynd: BBC)

N'Golo Kante skoraði einsamalla málið í dystinum (Mynd: BBC)

2018-12-30 15:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Chelsea hongur enn við í toppinum í Premier League, eftir at felagið vann á Crystal Palace.

Bæði liðini úr London stríðast hvør sítt stríð. Eftir dystin í dag er Chelsea er fýra stig frá øðrum plássi, meðan Crystal Palace er fýra stig yvir niðurflytingarstrikuni.

Nógv stóð tí uppá spæl undan dystinum, sum Chelsea vann 1-0. Einsamalla málið kom eftir 51 minuttir, tá verjukendi miðvallarin hjá Chelsea, N’Golo Kante, hegnisliga tók bóltin niður við bringuni eftir eina langa sending, og sendi bóltin í málið.

Chelsea er nú á fjórða plássi, tvey stig aftanfyri Tottenham á triðja, og fimm stig frammanfyri Arsenal á fimta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder