Ellivu mánaðar í sessinum, yvir 430 milliónir pund nýtt til spælarar, og nú er samstarvið søga.
Mauricio Pochettino og Chelsea hóskaðu ikki beinleiðis saman sum fótur í hosu. Hóast hetta tók argentinin við síðsta summar. Nógv órógv hevði verið í felagnum eftir eigaraskifti, broytingar í ítróttarleiðisluni og kósini og eftir at Graham Potter fekk sekkin.
Argentinin kom úr starvið í PSG. Áður hevði hann arbeitt fyri Tottenham og Southampton í Premier League. Byrjanin var vánalig, men seinna hálva var sum heild betur. Chelsea kom í Carabao Cup-finaluna, Fa Cup-hálvfinaluna og við fimm sigrum á rað ímóti endanum endaði liðið á 6. plássi í Premier League.
Hetta gevur evropeiskt pláss til næsta ár, men tað verður við einum øðrum venjara. Í gjárkvøldið komu heldur óvæntaðu tíðindini um, at Mauricio Pochettino og Chelsea høvdu valt at siga samstarvið upp.
Nógv órógv í Chelsea og kring Pochettino (Mynd: EPA)
Hetta var tó helst meira ein avgerð hjá nevndini, sum eftir søgunum úr Onglandi at døma hyggur eftir einum yngri venjara. Kieran McKenna (Ipswich) Enzo Maresca (Leicester) Sebastian Hoeness (Stuttgart) Michel (Girona) eru á ynskislistanum, sambært Sky Sports.
Tvey ár vóru eftir av sáttmálanum, men partarnir hildu ikki at hetta samstarvið var gagnligt longur. Chelsea hevur serliga keypt ungar spælarar fyri ógvuliga høgar upphæddir seinastu tvey árini. Nú er spurningurin, hvør skal leiða hópin víðari.
Spurningurin er eisini, hvat hendir við Pochettino. Hann hevur áður verið eitt heitt navn á marknaðinum, og tað er helst ikki farið so nógv niður í virði eftir árið við Chelsea. Bayern München er eitt felag, ið letar eftir venjara til næsta ár - møguliga eisini Manchester United.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald