Fótbóltur

Chelsea og West Ham bjargaðu sær víðari luttøku í síðstu løtu

Plymouth og Kidderminster vóru nær við at skapa heilt stórar FA-Cup skelkir. Neyðugt var við longdari leiktíð og ávíkavist brotsparksbjarging og málið í evstu løtu hjá Chelsea og West Ham úr ovara parti av Premier League.

Liðið sum spælir í sættu røð í Onglandi var nær við at koppa Premier League-liði í dag

Liðið sum spælir í sættu røð í Onglandi var nær við at koppa Premier League-liði í dag

2022-02-05 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórða umfar í FA Cup byrjaði í gjár við at Middlesbrough óvæntað sendi Manchester United út. Liðið úr næstbestu deildini vann eftir brotssparkskapping á Old Trafford.

Les eisini: Manchester United ikki longur við í Fa Cup

Tveir dystir vórðu settir í gongd klokkan 12.30 í dag, og báðum dystunum sló liðið, sum var undirtippað, til skjótt. Á Stamford Bridge vóru bert sjey minuttir leiktir, tá Macaulay Gillesphey legði Plymouth á odda. Liðið úr útsynningspartinum í Onglandi liggur í løtuni nummar sjey í League One - í  triðbestu deildini. Tíggju minuttir seinni var mál á Aggborough Stadium, tá Alex Penny sló til fyri heimaliðið, Kidderminster Harries. Býurin í West Midlands var karmur um eitt veruligt FA Cup-drama í dag, har West Ham varð hildið á pínubonkinum allan dystin móti liðnum, sum spælir á sætthægsta støði í Onglandi.

Chelsea fekk svarað aftur fyri steðgin í London, tá høgri bakkurin og liðformaðurin, Cesar Azpilicueta, hegnisliga skoraði til 1-1. Síðani kom ikki nakað mál afturat í vanligu leiktíðini, hóast vælmannaða heimaliðið, ið tó ikki hevði sjúka Thomas Tuchel á síðulinjuni, royndi at trýsta Plymouth.

Beint áðrenn at fyrri hálvleikur í longdu leiktíðini var av, spældi Chelsea seg væl ígjøgnum í vinstru, og tað endaði við at innskifti vinstri bakkurin, Marcos Alonso, kundi seta fótin á. Nú peikaði alt á teir blákløddu, men Malang Sarr lorkaði fyrst bóltin burtur og gjørdi síðani klossut brotsspark. Hetta var í 117. minutti, men maðurin sum varð feldur - skotin Ryan Hardie - megnaði ikki at gagnýta gylta møguleikan. Kepa í málinum hevði lisið hann, og annar finaluluttakarin frá í fjør er víðari eftir bit og slit.

Hitt London-felagið, ið var í eldin tíðiliga í dag, hevði uppaftur meira bit og slit. Tað gjørdist eisini talan um longda leiktíð í Kidderminster, men bara tí at innskifti Declan Rice tók sakina í egnar hendur í yvirtíðini og skoraði eitt frálíkt mál. Heimaliðið royndi at hótta í longdu leiktíðini, men tað luktaði av brotssparkskapping.

Hetta heilt til 120. minutt, tá Jarrod Bowen í málteiginum fekk prikað bóltin í málið eftir áhaldandi West Ham-trýst. Hjartaskerandi fyri Kidderminster og fjepparar tess, ið veruliga setti lív í. Liðið hevði bert tvær ferðir í søguni verið í fimta umfari í FA Cup - nú vóru tað ikki nógvir minuttir frá móti einum Premier League-felagi.

FA Cup 2021-2022, 4. umfar

Í dag - leygardagin 5. februar 

Chelsea - Plymouth Argyle 2-1 eftir longda leiktíð (1-1 eftir 90 minuttir)

Kidderminster Harriers - West Ham United 1-2  eftir longda leiktíð (1-1 eftir 90 minuttir)

Hesir dystirnir byrjaðu klokkan 15.00: 
Crystal Palace - Hartlepool United
Huddersfield Town - Barnsley
Peterborough United - Queens Park Rangers
Stoke City - Wigan Athletic
Manchester City - Fulham
Wolverhampton Wanderers - Norwich City
Southampton - Coventry City
Everton - Brentford

17.30: Cambridge United - Luton Town 

20.00: Tottenham Hotspur - Brighton & Hove Albion

Í gjár - fríggjadagin 4. februar

Manchester United - Middlesbrough 8-9 eftir brotssparkskapping (1-1 eftir vanliga leiktíð)

Í morgin - Sunnudagin 6. februar

12.00: Liverpool - Cardiff City 

16.00:
 Nottingham Forest - Leicester City

18.30: AFC Bournemouth - Boreham Wood

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder