Fótbóltur

Chelsea steðgaði City

Manchester City er ikki longur ósigrað, og Chelsea er framvegis við í stríðnum um meistaraheiti. Liverpool er oddalið eftir 16 umfør.

Kanté og Chelsea kundu av álvara fegnast í dag
(Mynd: EPA)

Kanté og Chelsea kundu av álvara fegnast í dag (Mynd: EPA)

2018-12-08 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá liðið hjá Pep Guardiola trein inn á vøllin á Stamford Bridge í dag, var tað ósigrað í Premier League síðani apríl. Eftir seinasta bríksl, fyri lítlari løtu síðani, var tað broytt uppá hetta. Við hørðum arbeiði, hegni og effektiviteti koppaði Chelsea meistarunum á "brúnni".

Manchester City var uttan De Bruyne og Aguero, men byrjaði tó klárt betri í London. Heimaliðið tyktist heldur ósikkurt, meðan City trýsti høgt og gav Chelsea trupulleikar. Tað komu tó ikki stórir møguleikar frá City, og tað var gjøgnumgangandi fyri allan dystin.

Chelsea mentist so líðandi. Heimaliðið dúvaði uppá at ligga tætt, halda bóltin frá City til tíðir, og serliga uppá skjótt umstillingspæl við fáum alveringum. Hetta seinasta var lykilin til 1-0 málið, tá Eden Hazard eftir eitt mótálop fann Kanté væl í brotsteiginum, og franski miðvallarin smekkaði bóltin væl uppundir nettakið. 

Eina løtu í 2. hálvleiki legði City eitt ordiligt trýst, men Chelsea megnaði allatíðina at verja fyri. Hazard var umráðandi at halda væl uppá bóltin til tíðir og skapa  støður og vinna fríspørk. Í 78.minutti sendi hann eitt hornaspark inn úr vinstru, og við nærmaru stong steig David Luiz upp og stútaði bóltin frálíka væl í málið. Harvið lukkaði heimaliðið dystin.

Stemningurin á Stamford Bridge var frálíkur og við seinasta bríksl var eitt ógvulisgt fagnaðarbrøl. Sarri og hansara menn útførdu uppgávuna til fulnar, meðan City manglaði tað seiansta í dag fyri at bróta ígjøgnum. Harvið er Chelsea aftur nummar trý fyribils, og nú átta stig frá oddasessinum, ið Liverpool situr á eftir 4-0 sigurin og Salah-hattrikið í dag.

Les eisini: Stórfeløgini sigraðu

1.Liverpool 42
2.Manchester City 41 
3.Chelsea 34 
4.Arsenal 34
5.Tottenham 33 *
6. Manchester United 25
7. Everton 23 *
8. Bournemouth 23
9. Leicester 22 *
10. West Ham 21
11. Brighton 21
12. Watford 20 *
13. Wolves 19 *
14. Cardiff 14
15. Newcastle 13 *
16. Crystal Palace 12
17. Burnley 12
18. Huddersfield 10
18. Southampton 9
20. Fulham 9
  

*Ein dyst færri

19.45: Leicester - Tottenham


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder