Tað var langt frá fullsett og heldur flatur stemningur á olympiska leikvøllinum í Baku í kvøld, tá Arsenal og Chelsea hittust í finaluni í Europa League - langt vekk frá enska høvuðsstaðnum. Tveir av favorittunum til at vinna kappingina høvdu vunnið seg í finaluna. Undirhaldið manglaði leingi, men tá tað kom, fór spenningurin skjótt úr dystinum.
Í 1. hálvleiki vóru liðini heldur varin. Arsenal tykist meira ágangandi og kom til fleiri góðar støður tó uttan at skapa upplagdar málmøguleikar. Chelsea kom til tann størsta møguleikan stutt fyri hálvleik, men fyrrverandi Chelsea-málverjin, Petr Cech, bjargaði væl frá fyrrverandi Arsenal áleyparanum, Oliver Giroud.
Stutt inn í 2. hálvleik fekk stóri áleyparin tó bóltin framvið Cech, ið spældi sín seinasta dyst sum yrkisfótbóltsleikari. Tað kom eftir frálíkan stútara, har Giroud kastaði seg niður og fekk ferð og kós á bóltin. Tíggju minuttir seinni økti Chelsea, Arsenal fall saman, og Giroud vann teimum í bláum eitt brotsspark í 65. minutti. Tað setti Eden Hazard kaldliga í málið til 3-0.
(Petr Cech lat fýra mál inn móti sínum gamla felagið í sínum seinasta dysti - Mynd: EPA)
(Tvífaldi málskjúttin - Mynd: EPA)
Arsenal náddi at svara aftur, tá innskifti Alex Iwobi heilfluktaði bóltin í longra málhorn úr 20 metrum. Perlan vakti eina lítla vón hjá liðnum hjá Unai Emery, men tríggjar minuttir seinni lá bólturin í hinum málinum eftir frálíkt bandaspæl hjá Giroud og Hazard førdi til, at kantspælarin gjørdist tvífaldur málskjútti, og harvið allarhelst setti eitt flott punktum á sina tíð í Chelsea. Giroud legði upp til sítt annað mál og var harvið við til at geva sínum gamla felagið mønustingin.
(Ein ógvuliga fegin Giroud við Europa League-steypinum - Mynd: EPA)
Fleiri mál kundu verið komin, men eftir ein vælleiktan og gjøgnumførdan 2. hálvleik kundi liðið hjá Maurizio Sarri fegnast eftir 4-1 sigur. Hetta var eisini møguliga seinasti dysturin hjá nógv umtalaða italienska venjaranum, ið er settur í samband við tøka venjarasessin í Juventus.
(Sarri við steypinum - Mynd: EPA)
Emery vann tríggjar finalur á rað við Sevilla; við Arsenal gekk tað ikki, og harvið endar árið í vónbrotið, og næsta ár skal Arsenal aftur spæla Europa League. Chelsea vann kappingina fyri aðru ferð (fyrru ferð var í 2013), og fer komandi ár at spæla sín evropeiska fótbólt í Champions League.
(Emery kundi ikki lyfta Europa League-steypið hesaferð - Mynd: EPA)
UEFA Europa League-finalan
29.05.2019 á Olympiska leikvøllinum í Baku
Chelsea - Arsenal 4-1 (0-0)
49' Oliver Giroud 1-0
60' Pedro Rodriguez 2-0
65' Eden Hazard 3-0
69' Alex Iwobi 3-1
72' Eden Hazard 4-1
Fótbóltur
Chelsea vann London-finaluna eftir frálíkan 2. hálvleik
Teir í bláum skorðau heili fýra ferðir uppá stórar tjúgu minuttir, har fyrrverandi Arsenal-leikari og skjótt fyrrverandi Chelsea-leikari áttu høvuðsleiklut.
Tað vóru teir í bláum, ið kundu fegnast í kvøld (Mynd: EPA)
2019-05-29 22:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald