Bretska liðið Chelsea vann evropeiska Super Cup steypið í gjár. Dysturin varð spældur á Windsor Park leikvøllinum í Belfast í Norðurírlandi. Chelsea vann Champions League í fjør, og møtti í gjár vinnaran av Europa League, Villareal úr Spania.
Dysturin varð avgjørdust við brotssparkskapping, og her vann Chelsea 6-5 samanlagt.
Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, eftir at Hakim Ziyech hevði lagt Chelsea á odda í fyrra hálvleiki og Gerard Morenu javnað í øðrum.
Chelsea-venjarin, Thomas Tuchel, gjørdi tað óvanliga at skifta málverjan út áðrenn brotssparkskappingina. Edouard Mendy fór út og inn kom Kepa Arrizabalaga. Og hetta vísti seg loksins at avgera dystin, tí Kepa tók brotssparkið hjá Raul Albiol hjá Villareal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald