Annað

Chiefs og Mahomes aftur á tindinum

Eagles var annars á odda við tíggju stigum í steðginum, men álopið hjá Chiefs koyrdi sum smurt eftir "Rihanna-showið", og við skoti tá tíggju sekund vóru eftir, avgjørdi Harrison Butker undirhaldandi dystin.

Patrick Mahomes og Andy Reid vóru fyri tapi fyri tveimum árum síðani, men í kvøld vendi Kansas City Chiefs hóttandi tapi í sera spennandi Super Bow LVII (Mynd: EPA)

Patrick Mahomes og Andy Reid vóru fyri tapi fyri tveimum árum síðani, men í kvøld vendi Kansas City Chiefs hóttandi tapi í sera spennandi Super Bow LVII (Mynd: EPA)

2023-02-13 03:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Philadelphia Eagles var í Super Bowl fyri fýra árum síðani komu heili 74 stig. Tað var eitt stig frá metinum, og í kvøld var samlaða talið eitt stig frá tí í 2018, tá Eagles og Chiefs spældu eina ógvuliga spennandi finalu um NFL-heitið fyri heilt nógvum milliónum hyggjarum.

Eagles setti 24 stig á talvuna í fyrru hálvleiki. Fyriuttan eitt flott álop frá Mahomes og Kelce og eitt fumble frá Jalen Hurts, sum endaði við Chiefs-touchdowni, sat liðið hjá Siriani á fyrra hálvleiki. Eagles hevði bóltin í yvir tjúgu av teimum 30 effektivu minuttunum, og Jalen Hurts spældi sannførandi. Eagles-quarterbakkurin rann fyri tvey touchdowns og kastaði eitt langt touchdown til AJ Brown.

Eingin quarterbakkur hevur áður kastað og runnið fyri fleri touchdowns í einari Super Bowl, og Hurts rann eisini fyri fleiri yards enn nakar annar quarterbakkur í Super Bowl-søguni. Hetta var tó ikki nóg mikið fyri at koppa Patrick Mahomes og hansara monnum, sum annars vóru aftanfyri við tíggju stigum í steðginum. 

[object Object]
Jalen Hurts skoraði samanlagt fýra touchdowns, og ungdi quarterbakkurin gjørdi sum heild eitt frálíkt arbeiði í sínari fyrstu Super Bowl 

[object Object]

[object Object]
Meðan Rihanna framførdi, løgdu teir í Chiefs-skiftingarrúminum ætlanir um, hvussu teir skuldu venda dystinum (Myndir: EPA)

Andy Reid hevur áður verið høvuðsvenjari hjá Eagles og fingið nógv burturúr, men hann vann ikki Super Bowl við liðnum. Hettta megnaði hann við Kansas City Chiefs í 2020, og í kvøld var tað gott fyri Chiefs, at hann var í teirra skiftingarrrúmi, meðan Rihanna framførdi síni "hits" í hálvleikinum. 

Chiefs minkaði skjótt um munin og megnaði so at halda Eagles til trý stig, áðrenn Mahomes og restina av álopinum aftur skoraði touchdown og harvið legði seg á odda. Tað var Kadarius Toney, sum kom frá New York Giants mitt í kappingarárinum, sum loftaði kastinum frá Mahomes, sum stutt seinni aftur setti lið sítt í góða støðu, og nummar 15 kastaði sítt triðja touchdown til 35-27. Aftur gjørdi álopslinjan hjá Chiefs eitt stórt arbeiði fyri millum annað at verja Mahomes.

[object Object]
Eagles-verjan royndi av øllum alvi at steðga Mahomes og Chiefs, men í seinna hálvleiki eydnaðist tað ikki 

[object Object]

Kviki Kadarius Toney gjørdist ógvuliga týdningarmikil í fjórða fjórðingi (Myndir: EPA)

Jalen Hurts svaraði skjótt og væl aftur. Hann skoraði sjálvur touchdown og rann síðani aftur inn fyri tvey eyka stig: 35-35 og fimm minuttir og fimtan sekund effektiv leiktíð eftir, og bólturin aftur í hondunum hjá Patrick Mahomes. Chiefs flutti bóltin væl frameftir, og tað - afturat einari heldur ivasamari døming - gjørdi, at liðið hjá Andy Reid kundi royna seg við field goal, tá ellivu sekund vóru eftir. Harrison Butker, ið brendi eitt skot tíðliga í dystinum, var tryggur út stuttum, og so var ov seint hjá Eagles at svara aftur.

Mahomes fekk aftur nakað av trupulleikar við øklinum undir dystinum, men vísti sanniliga sínar dygdir í seinna hálvleiki og rann millum einaferð sjálvur langt fyri at seta lið sítt í støðu at skjóta avgerandi skotið. MVP í NFL í kappingarárinum varð eisini valdur mest virðismikli spælarin í Super Bowl. Hesar heiðrar hevur hann nú tvær ferðir. Chiefs vann eisini fyri fýra árum síðani - eisini eftir  og kann veruliga gerast eitt stórveldi í NFL. Í nátt gjørdist talan um eina heilt spenanndi Super Bowl.

[object Object]

[object Object]Eins og í hálvfinaluni gjørdist eitt skot frá Butker heilt seint í dystinum avgerandi (Myndir: EPA)

[object Object]
Travis Kelce, her saman við eigaranum hjá Chiefs, skoraði eitt touchdowns og vann á millum annað beiggja sínum

[object Object]
Hann var tætt við ofta við Philadelphia Eagles og vann nú móti Eagles í einari Super Bowl (Myndir: EPA)

Super Bowl LVII (57)
University of Phoenix Stadium - Phoenix, Arizona
Kansas City Chiefs - Philadelphia Eagles 38-35 (14-24)

MVP: Patrick Mahomes, Kansas City Chiefs

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder