Fótbóltur

Chris Houghton fingið sekkin

Brighton & Hove Albions megnaði at tryggja sær enn eitt ár í Premier League, men tað verður við øðrum vejnara.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-13 10:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska superligafelagið Brighton & Hove Albions, sum fingu bank av meistarunum, Manchester City í gjár, skal hava nýggjan venjara.

Hóast tað eydnaðist Brighton við einum 17. plássi at tryggja sær enn eitt ár í Premier League, so verður tað ikki við Chris Houghton sum managera.

Felagið boðar í dag frá, at venjarin hevur fingið sekkin. Liðið vann bert tríggjar av teimum seinastu 23 dystunum í Premier League.

Houghton kom til Brighton í desember 2014, og førdi liðið upp í Premier League í 2017. 60 ára gamli venjarin hevði annars sáttmála fram til 2021.

Chris Houghton gjørdist sostatt tann sjeyndi vejnarin, sum fekk sekkin í hesum kappingarárinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder