Fótbóltur

Christian Eriksen og hinar stjørnurnar spæla fyri Danmark sunnudagin

DBU og leikararnir gjørt fyribils avtalu.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-09-06 19:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spælarafelagið og danska fótbóltssambandið DBU, eru blivin samd um eina avtalu, sum tryggjar, at tað verður vanliga manningin, sum spælir Nations League-dystin í Århus sunnudagin móti Wales.

Tað skrivar DBU í tíðindaskrivi í kvøld, sum Danmarks Radio endurgevur.

Danska fótbóltssambandið hevði til venjingardystin í gjár savnað eitt lið úr triðbestu donsku deildini og futsalleikarar. Hesir leikarar gjørdu sítt besta, og taptu bara 3-0 móti Slovakia.

Men nú er altso greitt, at Christian Eriksen og hinar stjørnurnar aftur vera á vøllinum fyri Danmark sunnudagin. Í øllum førum fyribils.

Ósemja er um handilsrættindi hjá landsliðsleikarunum. Verandi avtala fór út gildi 1. august, og higartil er ikki eydnast at blíva samdur um nýggja avtalu.

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at tað beinanvegin verður farið undir víðari samráðingar um nýggja avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder