Hondbóltur

Pernille Brandenborg skal spæla steypafinalu í Noreg

Føroyski landsliðsliðskiparin skoraði seks mál í hálvfinalusigrinum í Molde í gjár.

Pernille Brandenborg og Storhamar hava stórar uppgávur fyri framman - um vikuskiftið verður tað í Ungarn móti Champions League-vinnarunum, og eftir HM verður steypafinala á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg og Storhamar hava stórar uppgávur fyri framman - um vikuskiftið verður tað í Ungarn móti Champions League-vinnarunum, og eftir HM verður steypafinala á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-06 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg og Storhamar eru millum stóru favorittarnir til steypini í Noreg hetta kappingarárið, og nú er greitt, at liðið skal spæla steypafinalu.

Hetta kom í hús við 27-21 sigri í Molde í gjárkvøldið.

Storhamar hevði tamarhald á dystinum og var á odda við fimm málum í steðginum. 

Føroyski landsliðsliðskiparin spældi stóran leiklut á strikuni og í miðverjuni. Fá mál komu ígjøgnum, og í álopinum gjørdi Pernille Brandenborg við seks málum, umframt at hon vann Storhamar tvey brotskøst.

Harvið var 28-ára gamli føroyinguin næstovast á toppskjúttalistanum í norsku steypahálvfinalunu - millum jól og nýggjár skal hon spæla steypafinalu. Tað verður helst móti Larvik.

Áðrenn tað er eitt spenanndi HM fyri framman, sum Pernille Brandenborg sjálvandi er úttikin til. Áðrenn hon hittist við landsliðsliðfeløgunum í Føroyum, hevu strikuspælarin tó millum annað eina stóruppgávu við Storhamar sunnudagin: Í Ungarn móti verandi Champions League-vinnarunum Győr.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder