Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Per Klarup kki heldur fram í Klaksvík eftir kappingarlok. Nú er greitt, hvør skal avloysa danan í venjarasessinum hjá Stjørn.
Tað verður ein havnarmaður, ið hevur búð í Danmark seinastu tíðina, ið verður nýggjur í starvinum. Í gjárkvøldið skrivaðu Stjørnan og 28-ára gamli Christoffur Gert Nielsen undir sáttmála, ið er galdandi fyri komandi kappingarár. Hetta skrivar Norðlýsið
Hóast sín unga aldur, so hevur Christoffur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið nógv ungdómsvenjari, og i 2017-2018 stóð Christoffur, saman við Flemming Raben, á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá Kyndli. Seinastu tíðina hevur Christoffur Gert Nielsen verið knýttur at næstbesta kvinnuliðnum hjá Ajax København, umframt at hann hevur staðið fyri venjingum og øðrum hjá mansliðnum hjá ÍF Føryum.
Christoffur og undanmaður hansara í Stjørnuni hava seinastu tvey árini arbeitt saman fyri Hondbóltssamband Føroya. Havnarmaðurin hevur verið hjálparvenjari hjá Per Klarup hjá gentum 1998-1999 og 2000-2001
Norðlýsið skrivar, at Christoffur hevur síðani 2010 tikið ymiskar hondbóltsvenjaraútbúgvingar, og at hann nú er innstillaður til Diplomvenjaraútbúgving í 2021, sum er hægsta nationala venjaraútbúgvingin í Danmark.
Christoffur Gert Nielsen flytir til Klaksvíkar fyri at vera so tætt knýttir at felagnum sum gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald