2019-02-13 12:06
Í seinastu viku frættist, at HB hevði áleypara úr Danmark til royndarvenjing
Talan var um 25 ára gamla Christopher Denius Nielsen. Áleyparin hevur spælt saman við Lassa Andersen í Kjellerup í triðbestu donsku deildini.
Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at tað frættist úr HB, at leikarin ikki fær sáttmála við felagið.
Seinastu tíðina hevur Christopher vant við føroyameistarunum, og byrjaði inni í VFF Cup-dystinum á Eiði sunnudagin, har HB tapti 1-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald