Fótbóltur

City fyri fjórðu ferð á rað

Ársins spælari í Onglandi var stóri maðurin, tá liðið hjá Guardiola gjørdi sítt móti West Ham. Arsenal var nær við - Klopp endaði sína tíð á Anfield við sigri.

Phil Foden (tvey) og Rodri skoraðu málini móti West Ham í sólini í Manchester í dag. Við sigrinum kom City upp á 91 stig, og tað var nóg mikið til sætta meistaraheitið uppá sjey stig (Mynd: EPA)

Phil Foden (tvey) og Rodri skoraðu málini móti West Ham í sólini í Manchester í dag. Við sigrinum kom City upp á 91 stig, og tað var nóg mikið til sætta meistaraheitið uppá sjey stig (Mynd: EPA)

2024-05-19 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

38. og seinasta umfar í Premier League var á skránni seint seinnapartin/tíðliga í kvøld. Manchester City kundi tryggja sær fjórða meistaraheitið á rað, men Arsenal lá og lúrdi.

City var á heimavølli móti West Ham, og stórfavoritturin gjørdi skjótt greitt, at lítil ivi fór at vera um útfallið. Longu í 2. minutti legði Phil Foden City á odda, og í 18. minutti økti álopskendi miðvallarin sjálvur til 2-0.

Hetta var mál nummar 19 hjá Foden í ár. Hann er kosin til ársins spælara í Premier League, og liðið hjá Pep Guardiola er aftur best. West Ham minkaði um munin stutt fyri steðgin, men í 59. minutti skoraði Rodri til 3-1, ið gjørdist endaliga úrslitið á Etihad.

[object Object]
Phil Foden var samanlagt størsti profilurin hjá City og í Premier League í ár (Mynd: EPA)

[object Object]Rodri hevur økt til 3-1 og harvið tikið størsta partin av ivanum burtur (Mynd: EPA)

Spanski miðvallarin skorar javnan í stórum dystum, og hevur verið ein lykil
seinastu árini. Rodri og liðfelagarnir kundu nú aftur lyfta eitt steyp. Tað eydnaðist ikki í Champions League í ár, men "The Double" kann koma í hús, um City vinnur á Manchester United í FA Cup-finaluni leygardagin.

Steypini økjast hjá Manchester City. Hetta var tað sætta Premier League-heitið seinastu sjey árini - øll hesi undir Guardiola. Samanlagt var tað fyri áttandu ferð, og tað at vinna enska meistaraheitið fýra ár á rað er søguligt. Tær 115 Financiel Fair Play-ákærurnar hanga yvir City sum felag, men í dag kunnu teir í ljósabláum fegnast aftur.

[object Object]
Pep Guardiola hevur stjórnað sínum liði til eina rúgvu av steypum seinastu árini (Mynd: EPA)

Mikel Arteta var við at vinna nøkur steyp sum hjálparvenjari hjá Guardiola í Manchester City. Í ár vóru hann og Arsenal nær við og bjóðaðu av allan vegin. 2-1 sigurin á Everton á Emirates í dag og 89 stig samanlagt vóru tó ikki nóg mikið. Tjúgu ár síðani seinast men flott Premier League-kappingarár hjá Arsenal.

Liverpool var eisni leingi við í meistarastríðnum, men tíðin hjá Jürgen Klopp á Anfield endaði við einum 3. plássi. Tað endaði 2-0 í dag, har týski venjarin varð heiðraður. Tey níggju árini vann Klopp samanlagt níggju steyp og var maðurin, sum leiddi Liverpool aftur til Premier League-heitið. Eisini vann hann Champions League í 2019, HM fyri feløg, umframt ensku steypakappingarnar samanlagt tríggjar ferðir og nakrar stórsteypadystir.

[object Object]

[object Object]

Klopp var bæði sinnisrørdur, skemtandi og takksamur í røðuni til fjepparar (Myndir: EPA)

Undan seinasta degi var greitt, at Aston Villa endaði á 4. plássi. Hetta er fyrsta plássi hjá felagnum í fremstu evropeisku kappingini síðani 1980'unum. Liverpool er eisini aftur í Champions League.

Tottenham skal spæla í Europa League, og eftir FA Cup-finaluna verður greitt, hvørja kapping Chelsea (nummar 6) endar í, og og hvørt Manchester United ella Newcastle United hava evropeiskan fótbólt næsta kappingarár. Manchester United endaði á 8. plássi, sum er ringasta endastøða felagsins í Premier League-tíðini.

Luton, Burnley og Sheffield United fara niður - hetta hevur verið greitt í eina tíð. Leicester kemur upp aftur, Ipswich er eisini flutt upp, og í næstu viku verður greitt um Leeds ella Southampton koma upp aftur.

Endastøðan í Premier League 2023/2024:

[object Object]

(Mynd: Premier League)

Úrslitini í 38. og seinasta umfari:
Arsenal - Everton 2-1
Brentford - Newcastle 2-4
Brighton - Manchester United 0-2
Burnley - Nottingham Forest 1-2
Chelsea - Bournemouth 2-1
Crystal Palace - Aston Villa 5-0
Liverpool - Wolves 2-0
Luton - Fulham 2-4
Manchester City - West Ham 3-1
Sheffield United - Tottenham 0-3

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder