Fótbóltur

City koppaði Liverpool í oddadystinum

Leroy Sane tryggjaði Manchester City ein sera týðandi sigur, og Liverpool tapti fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-03 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til heilt stóra oddabrakið, tá Manchester City tók ímóti Liverpool á Etihad í kvøld. Talan gjørdist ikki um tann mest framúr frálíka fótbóltsdystin við úrslitinum 2-1 til Manchester City.

Útgangsstøðið hjá liðunum var varið og dysturin var taktiskur og merktur av týdninginum. Eftir 18 minuttir rakti Mané stongina eftir at bólturin varð spældur inn um verjuna, og síðani var heimalið nær við at beina bóltin í egið mál, men Stones fekk akkurat bjargað á strikuni.

[object Object](Mynd: EPA)

Ístaðin sló Sergio Aguero til í hinum endanum. Argentinski áleyparin var fyrstur á innleggi úr vinstru og smekkaði avgjørdur til. Bólturin fór við nógvari ferð framvið Allison: 40. minuttir og 1-0.

City kom betri út til 2. hálvleik, men eftir eina góða periodu javnaði Firmino í 64. minutt, eftir at Robertson hevði lagt bóltin innfyri málið. Liverpool stóð nú til eitt sera gott úrslit, men í 72. minutti spældi Sterling Sané frían, og staddur til vinstru stutt inni í brotsteiginum smekkaði týskarin bóltin flatt í málið umvegis stongina.

Heimaliðið hugsavnaði seg nú um at halda fast í leiðsluni, meðan Liverpool royndi at trýsta. Størsta møguleikan at javna hevði Salah, meðan Silva og Sterling kundu havt lukkað dystin í hinum endanum fáar minuttir seinni. Tað endaði tó 2-1, og harvið heldur City lív í dystinum um meistaraheitið, har Tottenham eisini er við.

[object Object](Mynd: EPA)

Hetta var fyrsti ósigurin hjá liðnum hjá Klopp í Premier League í ár. Tað eru tó framvegis fýra stig niður til meistararnar frá í fjør; seks stig eru til Tottenham.

Øll liðini hava nú spælt 21 dystir. Um vikuskiftið er FA Cup á skránni.

Manchester City - Liverpool 2-1 (1-0)
1-0 Sergio Aguero
1-1 Roberto Firmino
2-1 Leroy Sane

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder