Tað sær meira og meira út sum, at gullstríðið í Premier League verður Arsenal og Manchester City, og at tað kann gerast sera hart. Arteta og Arsenal hava havt eitt frálíkt kappingarár, og hava í løtuni fimm stig niður til Pep Guardiola og Manchester City og hava spælt ein dyst færri.
Arsenal er tó bert komið í helvt við sínum dystum, og liðið - sum er heldur óroynt í meistaraheitssstríðið - manglar millum annað tveir dystir móti júst Manchester City. Tann fyrri verður á Emirates 15. februar.
Í gjárkvøldið var eitt slag av upptakt til hendan dystin, tá liðini hittust í fjórða umfarið í FA Cup á Emirates leikvøllinum í Manchester. Arsenal byrjaði uttan millum annað Martin Ødegaard, Gabriel Martinelli og William Saliba - City spardi eisini nakað, og báðir eykamálverjarnir vóru inni.
Tað var ein tættur dystur, sum varð avgjørdur við einum einstøkum máli. Hetta skoraði Nathan Aké, sum hesaferð spældi á vinstra bakki, eftir gott upplegg frá Jack Grealish tíðliga í seinna hálvleiki.
Útiliðið skapti nakrar góðar støður eftir hetta, og sendi eisini álopskendar profilar á vøllin, men City vann hesuferð, og spurningurin er so, um tað hevur nakran mentalan týdning til stórdystirnar millum liðini seinni í ár.
FA Cup 4. umfar
Fríggjadagin 27. januar
Manchester City - Arsenal 1-0 (0-0)
Í dag er ein rúgva av steypadystum í Onglandi - sí yvirlit her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald