Tað var ikki beinleiðis lagt upp til eina spenanndi FA Cup finalu í dag, og tað gjørdist tað heldur ikki talan um. Manchester City vann ógvuliga sannførandi á Watford, ið var stórur underdog undir dystinum, og sum ongantíð í 138-ára longu søgu felagsins hevur vunnið eitt stórt steyp.
Tað var ongantíð nær við, at Watford kundi lyfta steypið á Wembley í dag. Liðið hjá Guardiola legði grundarlagið í 1. hálvleiki, og eftir ein tíma avgjørdi skaðaplágaði Kevin De Bruyne dystin. Teir ljósabláu spældu sera væl og skoraðu tríggjar ferðir afturat. Raheem Sterling fekk tvey av hesum málunum, og ársins leikari í Onglandi sambært FWA fekk harvið eitt finaluhattrick.
Fyri Watford var finalan sjálvandi eitt vónbrot, men áskoðararnir hjá teimum í gulum og svørtum vóru frálíkir og settu sín dám á tjóðarleikvøllin. Manchester City kundi lyfta steypið fyri sættu ferð í søgu felagsins, og hetta var sjeynda steypið undir Pep Guardiola. Felagið siktar helst eftir evropeiskum gleimi komandi ár - væl at merkja um City fær loyvi at vera við í Champions League. Í ár vann liðið alt, sum vinnast kundi í enskum fótbólt: Community Shield, Liga Cup, Premier League og FA Cup.
FA Cup finalan - á Wembley 18.05
Manchester City - Watford 6-0 (2-0)
26' David Silva 1-0
38' Raheem Sterling 2-0
61' Kevin De Bruyne 3-0
68' Gabriel Jesus 4-0
81' Raheem Sterling 5-0
87' Raheem Sterling 6-0
Fótbóltur
City skræddi Watford sundur í finaluni
Tennis-úrslit á Wembley og Sterling hattrick á Wembley , tá Manchester City vann fjórðu steypið í Onglandi av fýra møguleikum.
Raheem Sterling hevur her skorað fyri aðru ferð í 6-0 sigrinum í finaluni (Mynd: EPA)
2019-05-18 19:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald