Sannur oddadystur var í Premier League í gjárkvøldið - júst meðan sannur føroyskur hondbóltsrómur var í Høllini á Hálsi.
Mancheser City tók ímóti Arsenal, og hóast liðið hjá Mikel Arteta hevur verið oddalið alt kappingarárið, so vann City sum væntað og stílar nú móti fimta meistaraheitinum uppá seks ár. Guardiola og hansara menn høvdu vunnið seks á rað í Premier League og ikki tapt síðani 5. februar. Arsenal kom hinvegin til Etihad við trimum javnleikum á rað í skjáttuni og uttan skadda stinna miðverjan William Saliba.
Longu í 7. minutti var mál. Erling Håland tók væl ímóti longum, høgum bólti og legði væl av til Kevin De Bruyne, sum tók bóltin við sær í ferð og staddur nakað uttanfyri brotsteigin legði belgiski miðvallarin bóltin flott niður í longra málhorn. Heimaliðið hevði yvirvág, og beint fyri steðgin legði De Bruyne fríspark til aftaru stong. Ein púra fríur John Stones stútaði bóltin væl niður í longra málhornið. Í fyrstu syftu varð rangstøða dømd, men VAR sá tað øðrvísi: 2-0
Fyrra málið hjá De Bruyne (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Dysturin varð í roynd og veru avgjørdur í 54. minutti, tá Martin Ødegaard sløsaði á miðjum vølli. De Bruyne kom ímillum, fann Håland, ið aftur fann De Bruyne, ið enn einaferð var ísakaldur. Flott umstillingsmál hjá heimaliðnum, og eingin er áður komin á 33 mál í Premier League, meðan kappingin hevur verið 38 dystir.
Júst Erling Håland fekk seinasta orðið í yvirtíðini, tá norðmaðurin, ið misnýtti nakrar møguleikar í dystinum, skoraði flott mál. Stutt áðrenn hevði Rob Holding annars minkað um munin til 3-1, men ov seint var. Arsenal skal nú vóna, at City snávar - meira enn einaferð - og so noyðist London-felagið eisini at koma í gongd aftur við at vinna fótbóltsdystir.
Arsenal hevur fimm dystir eftir - City hevur sjey eftir og hevur eisini Champions League hálvfinalur og FA Cup finalu at hugsa um men lagnuna í Premier League í sínari hond.
Stríðið um enska meistaraheitið
Manchester City - Arsenal 4-1 (2-0
1. Arsenal 75 stig (33 dystir)
2. Manchester City 73 stig (31 dystir)
Tríggir aðrir dystir vórðu spældir. Nottingham Forest vann ógvuliga týðandi dyst í botnstríðnum, Chelsea hevur nú ikki vunnið í átta dystum (í øllum kappingum), og Liverpool livir í einari lítlari Champions League vón.
Hinir dystirnir í Premier League í gjárkvøldið:
Nottingham Forest - Brighton 3-1 (1-1)
Chelsea - Brentford 0-2 (0-1)
West Ham - Liverpool 1-2 (1-1)
Sí alla stigatalvuna her
Tríggir dystir eru á skránni í kvøld, hósdagin 27.07:
19.45:
Everton - Newcastle
Southampton - Bournemouth
Tottenham - Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald