Fótbóltur

City stendur eftir sum stóri vinnarin eftir dystin á Stamford Bridge

Chelsea og Liverpool løgdu fót fyri hvørjum øðrum í oddastríðnum - útiliðið legði seg á odda 2-0 eftir 25 minuttir, men heimaliðið svaraði aftur tvær ferðir áðrenn steðgin, og mállyest var eftir steðgin. City er nú tíggju stig frammanfyri Chelsea og ellivu frammanfyri Liverpool, ið tó hevur leikt ein dyst færri.

2022-01-02 19:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum í kvøld varð tosað eitt sindur um, at Jürgen Klopp ikki var við Liverpool-liðnum vegna koronusmittu, og hvørja ávirkan tað kundi far at hava á dystin, men meira um at Romelu Lukaku varð settur uttanfyri Chelsea-hópin til dystin, tí belgiski leikarin í samrøðu við Sky í vikuni millum annað segði, at hann ikki veruliga ynskti at fara úr Inter í summar- íhvussu er ikki á tann hátt, sum tað endaði við - og at hann ikk ier heilt nøgdur við leiklutin í Chelsea. 

Thomas Tuchel tók avleiðingarnar av hesum. Týski venjarin hevði eisini valt, at liðformaðurin og Balon d'Or-tilnevndi miðvallarin Jorginho skuldi byrja á bonkinum - Chelsea var uttan millum annað verjuleikararnar Reece James og Andreas Christensen, sum báðir fóru út við skaða móti Brighton í seinasta umfari, og Timo Werner. Hjá Liverpool var tað serliga merkisvert, at málverjin Allison manglaði (korona), eins og leikbannaði vinstri bakkurin Andy Robertson.

[object Object]
Klopp hevur koronu

[object Object]
Lukaku skoraði í báðum dystunum hjá Chelsea millum jól og nýggjár - áleyparin var ikki við í dag orsakað av útsagnum í miðlunum 

Talan var um heilt lívliga byrjan, og eftir bert 15 sekund fekk Sadio Mané gult kort fyri at hava armin uppi í høvdinum hjá Cesar Azpilicueta í luftnærdysti. Eftir seks minuttir var nær við at villa í verjupartinum hjá Liverpool kostaði, men Kelleher í Liverpool-málinum forðaði Pulisic í tí. Tveir minuttir seinni var Mané til reiðar og kyniskur, tá Chalobah av ein og hvørjari orsøk royndi at stúta ein lágan bólt burtur stutt uttanfyri brotsteigin. Hann datt, Mané stryekt avstað, trektirframvið landsmanninum Mendy og setti bóltin í málið til 0-1.

Chelsea hevði onkra góða støðu í løtuni eftir hetta, men tað var Liverpool, ið sat meira á tí, og eftir 25 minuttir fann Alexander-Arnold eitt hol í Chelsea-verjuni og Mohammed Salah við góðari alvering. Egyptin rak og royndi seg, sum so ofta fyrr, úr spískum, og so var 0-2. 

Dysturin varð tó vendur á høvdið beint fyri hálvleik. Fyrst fluktaði Mateo Kovacic bóltin væl í málið, umvegis stongina, úr tjúgu metrum og ágangandi Chelsea-trýst gav úrslit í yvirtíðini, tá Kanté spældi innum til Pulisic, sum javnaði, og so lá tað meira til heimaliðið.

Í 2. hálvleiki hendi ikki eins nógv, og einki mál kom. 2-2 javnleikurin hevur við sær, at Manchester City eftir umfarið er farin tvey stig afturat frammum Chelsea og Liverpool, ið eru ávíkavist tíggju og ellivu stig aftanfyri. Svingandi avrik, innanhýsis órógv og skaðar hjá Chelsea, og AFCON og skaðar (har Mané, Salah og Keita fara at luttaka í januar) hjá Liverpool fara helst at gera tað ógvuliga trupult at bjóða Manchester City heilt av, hóast einki er avgjørt, nú 17. umfør eru eftir at spæla.

[object Object]
Teir í ljósabláum hava nógv at fegnast um fyri tíðina - meistararnir hava av álvara økt um munin, nú jóla- og nýggjársskráin hevur verið (Mynd: EPA)

Premier League 21. umfar
Sunnudagur 02.01

Chelsea  - Liverpool 2-2 
9' Sadio Mané 0-1 
26' Mohammed Salah 0-2
42' Mateo Kovacic 1-2
45' Christian Pulisic 2-2


Brentford - Aston Villa 2-1 (1-1)
Leeds - Burnley 3-1 (1-0)
Everton - Brighton 2-3 (0-2)

Í gjár - leygardagin 01.01

Arsenal - Manchester City 1-2 (1-0)
31' Bukayo Saka 1-0
57' Riyad Mahrez 1-1
90 (+3) Rodri 1-2

59' Gabriel (Arsenal) útvístur eftir seinna gula

Les eisini: Manchester City stjól sigurin í yvirtíðini dramatiskum dysti

Watford - Tottenham 0-1 (0-0)
Crystal Palace - West Ham 2-3 (0-3)


Útsettir vegna korona:
Leicester - Norwich
Southampton - Newcastle 

Í morgin - 03.01
17.30: Manchester United - Wolves 

Støðan í Premier League sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder