Fótbóltur

Manchester City stjól sigurin í yvirtíðini í dramatiskum dysti

Arsenal var sannførandi móti oddaliðnum í fyrra hálvleiki, har heimaliðið kom á odda, men brotsspark og reytt kort tíðliga í seinna hálvleiki broyttu nógv. Liðið hjá Guardiola hevur nú vunnið ellivu dystir á rað og liggur trygt á odda í Premier League.

Ellivu stig eru í løtuni frá City til Chelsea - tólv eru niður til Liverpool (Savnsmynd - EPA)

Ellivu stig eru í løtuni frá City til Chelsea - tólv eru niður til Liverpool (Savnsmynd - EPA)

2022-01-01 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast Manchester City hevur havt greitt yvirtak á Arsenal seinastu árini, so varð lagt upp til ein spennandi dyst, nú Premier League longu fór í gongd aftur. Og tað gjørdi tað eisini - Arsenal byrjaði sum so árið heilt væl við avrikinum men fekk at enda einki burturúr, tí meistararnir gjørdi sær dælt av støðuni.

Tað er sjálvdan, at liðið hjá Guardiola er undir á tann hátt, sum tað var í seinna parti av fyrra hálvleiki. City hevði gamaní bóltin væl meira, men skapti lítið og einki, meðan Arsenal hótti væl, eydnaðist við høga trýstinum í fleiri førum, fekk hildið trýstið á City-hálvuni og stressa væl. Eitt mál til heimaliðið lá í luftuni eina løtu, áðrenn tað eydnaðist eftir frálíkt uppspæl, vum var eftir bólkini. Kieran Tierney fann við harðari og góðari alvering Bukayo Saka í brotsteignum og lívligi kantspælarin var knappur og beinrakin, tá hann skjeyt.

1-0 var uppiborið í steðginum, og Arsenal byrjaði eisini væl í 2. hálvleiki - men so gekk galið. Fyrst varð brotsspørk dømt móti Granit Xhaka, ið helt nakað í troyggjuni hjá Bernardo Silva, tá portugisiski leikari royndi at sleppa framvið til høgru í brotsteignum. Fyrst sá tá út sum, at Silva bert lat seg detta - og tað gjørdi hann partvíst - men eftir at VAR sendi Stuart Atwell út at hyggja, staðfesti høvuðsdómarin, at tað var nóg mikið til brotsspark. Hetta sendi Riyad Mahrez, ið nú fer at umboða Algeria til AFCON, ógvuliga trygt í málið.  

Leikarar, fjepparar og venjaratoymi hjá Arsenal vísti stóra ónøgd við avgerðina, ið tykist tunn - og kanska serliga eftir at Martin Ødegaard ikki hevði fingið nakað, tá norðmaðurin fór um koll í City-brotsteignum, tá Ederson kom út ímóti í 1. hálvleiki -  og Atwell gjørdist ikki betri umtóktur á Etihad, tá hann bert tveir minuttir eftir málið vísti miðverjanum Gabriel av vølli. Hann hevði áðrenn brotssparki sparka brotssparksblettin fyri at órógva skjúttan og fekk gult kort fyri tað, og nú royndi hann at tarna landsmanninum Gabriel Jesus. Reyða kortið var harvið í lagi, men fleiri frustratiónir og væl truplari støðu hjá Arsneal.

Beint áðrenn støðuna hevði bólturin rakt fyrst yvirleggjaran og síðani stongina hjá City, og eftir reyða kortið var Arsenal so at siga eisini meira vandamikið. Oddaliðið gjørdi sær ikki dælt av yvirtalinum fyrrenn í yvirtíðini - millum annað orsakað av góðum stríðsvilja frá væl skipaða liðnum, sum í dag var uttan koronusmittaða Mikel Arteta, fyrrverandi hjálparvenjara hjá Guardiola.

Manhester City er ikki oddalið fyri einki, og í 93. minutti fekk Rodri prikað bóltin í Arsenal-málið, eftir at spanski balansuleikarin á City-miðvøllinum, var kominheilt fram við. 1-2 og ein sigur, ið kann fáa stóran týdning fyri meistaraliðið, sum eftir umfarið fer at hava størri frástøðu til í øllum førum Chelsea ella Liverpool, ið spæla ímóti hvørjum øðrum í morgin. Jóla- og nýggjárstíðin hevur hilnast heilt væl hjá teimum í ljósabláum, sum hava beina kós móti at endurvinna meistaraheitið og vinna tað fyri fjórðu ferð uppá fimm ár. Arsenal fær nú helst størri avbjóðing um 4. plássi.

Premier League 21. umfar
01.01.2022

Arsenal - Manchester City 1-2 (1-0)
31' Bukayo Saka 1-0
57' Riyad Mahrez 1-1
90 (+3) Rodri 1-2

59' Gabriel (Arsenal) útvístur eftir seinna gula

15.00: Watford - Tottenham (0-0)

17.30: Crystal Palace - West Ham

City hevur í løtuni ellivu stig niður til nummar tvey - sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder