Tað seinasta norðurlendska liðið, sum var við í Champions League kappingini í fótbólti, varð í gjárkvøldið sligið út úr kappingini.
Tað hendi, tá verandi meistararnir, Manchester City, vunnu 3-1 á FC København á heimavølli í gjárkvøldið.
Talan var um ein av play off dystunum um rættin at koma í fjórðingsfinalurnar í stóru kappingini.
Manchester City vann sostatt báðar dystirnar móti FCK 3-1.
Manuel Akanji legði City á odda longu í 5. minutti og fýra minuttir seinni økti Julian Álvares.
Norski landsliðsleikarin Mohamed “Moi” Elyounoussi skoraði fyri danir í 29. minutti og í yvirtíðini fyri støðgin, økti norski Erling Braut Haaland til 3-1. Onki mál kom í øðrum hálvleiki.
Við málinum hevur Erling Haaland nú skotið 41 mál kappingini, og kom upp á síðuna av City-legenduni, Sergio Agüero, sum tann, ið hevur skotið mest í kappingini.
Ein annar dystur varð spældur í gjárkvøldið. Real Madrid tryggjaði sær víðari luttøku við at spæla 1-1 á heimavølli móti RB Leipzig.
Fýra dystir í hesum umfarinum eru eftir at spæla. Teir verða í næstu viku. Fríggjadagin 15. mars verður lutakast um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum.
Tey liðini, sum eru komin víðari eru: Paris St-Germain, Bayern München, Manchester City og Real Madrid
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald