Hondbóltur

Claus Mogensen hevur fingið nýtt venjarastarv

Høvuðsvenjarin á føroyska kvinnulandsliðnum skal næstu mánaðirnar eisini vera hjálparvenjari hjá Ikast Håndbold, sum í løtuni er á 3. plássi í fremstu donsku deildini.

Skjótt skal Claus Mogensen royna at leiða Føroyar til HM-endaspælið. Í næstu tíðini skal hann eisini verða við at hjálpa Ikast Håndbold í stríðnum um heiðursmerkjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Skjótt skal Claus Mogensen royna at leiða Føroyar til HM-endaspælið. Í næstu tíðini skal hann eisini verða við at hjálpa Ikast Håndbold í stríðnum um heiðursmerkjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-19 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í desember upplivdi Claus Mogensen bæði at fáa stig við Føroyum í Sveis og at verða sagdur úr sínum starvi í Horsens. 

52-ára gamli danin hevur sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum síðani á sumri 2023 flutt nakað og verið til eitt EM-endaspæl.

Tað riggaði tó ikki heilt sum ætlað í Horsens (HH Elite), og heimkomin frá endaspælinum tíðliga í desember fekk hann boðini um, at leiðslan vildi nakað annað fyri restina av árinum.

Sí eisini: Claus Mogensen er ikki longur venjari hjá Horsens

[object Object]
Claus Mogensen og hjálparvenjari hansara, Simon Olsen, til EM-dyst i Basel (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið hevur Claus Mogensen veruliga fingið hugsavna seg um avgerandi HM play-off dystirnar móti Litava, sum verða spældir í apríl. Nú er tó greitt, at hann fer at vera knýttur at liði í bestu donsku deildini aftur.

Ikast Håndbold skrivaði í gjárkvøldið á heimasíðu sínari, at tað ikki heilt hevur riggað við Mads Brandt sum hjálparvenjara. Harvið er hann sagdur úr starvi, og ístaðin er Claus Mogensen settur.

Claus skal hjálpa høvuðsvenjaranum Søren Hansen fram til endan av kappingarárinum í summar, samstundis sum hann heldur fram sum høvuðsvenjari hjá Føroyum.

Ikast Håndbold liggur í løtuni á 3. plássi í Kvindeligaen. Harvið er nýggja felagið hjá føroyska landsliðsvenjaranum tættari at Odense og Team Esbjerg enn at feløgunum, sum føroysku landsliðsspælararnir spæla við í fremstu donsku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder