Fótbóltur

Conference League: Hesum kunnu HB og NSÍ møta í 3. umfari

Um HB spælir seg víðari móti Motherwell, bíðar HJK Helsinki mest sannlíkt. Hjá NSÍ/Koper er tað við stórum sannlíki sveisisk mótstøðu. Bæði spæla fyrra dystin í 2. umfari hóskvøldið klokkan 19.45.

NSÍ vann í fjør 4-0 á HJK Helsinki í fyrra dystinum - men síðani sendi finska stórfelagið føroyska liðið út eftir longda leiktíð og 5-0 í Finnlandi (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ vann í fjør 4-0 á HJK Helsinki í fyrra dystinum - men síðani sendi finska stórfelagið føroyska liðið út eftir longda leiktíð og 5-0 í Finnlandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-20 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til 3. umfar í Conference League var fyri løtu síðani.

Har gjørdist millum annað greitt, hvørjum NSÍ og HB skulu spæla ímóti, um føroysku liðini í 2. umfari koma víðari.

[object Object]


[object Object]Myndir. UEFA

Bæði føroysku feløgini hava truplar uppgávur í hesari og næstu viku, serliga HB. Um tað eydnast at spæla seg víðari, so verða mest sannlíkt eisini truplar uppgávur; tó ikki eins trupul hjá HB.

HJK er stórfavorittur móti norðurísku mótstøðuni, men NSÍ var í fjør longda leiktíð frá at koma víðari móti finska høvuðsstaðarfelagnum. Tað endaði 4-0 í dystinum í Føroyum.

Um NSÍ sleppur framvið slovensku silvurvinnarunum, verður mest sannlíkt sveisiskt mótstøðulið: Lugano er stórfavorittur móti mótstøðuni úr Kosovo.

Her er talan um 3. umfar. NSÍ og HB spæla fyrru dystirnar í 2. umfari hósdagin.

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper

Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB

Sí eisini: KÍ leggur fyri týsdagin - NSÍ og HB spæla hóskvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder