Annað

Countrykongurin føroyameistari í billard

Hallur Joensen vann fyri løtu síðani FM í billard.

Hallur Joensen við steypinum (Mynd: Jan Müller)

Hallur Joensen við steypinum (Mynd: Jan Müller)

2021-05-01 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FM-kappingin fyri einstaklingar í billard hevur verið í dag, og Hallur Joensen vann FM fyri aðru ferð.

Kappingin var í Klaksvíkar klubba, og fyri løtu síðani gjørdist altso enn einaferð greitt, at Hallur dugir annað enn country, tí hann tryggjaði sær føroyameistaraheitið í finaluni við 500 eygum.

Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag tapti í finaluni og fekk 370 eygu.

Nummar trý gjørdist Jens Kjartan Feilberg úr Billardfelag Fuglafjarðar, og á fjórða plássið endaði Jákup L. Baldvinsson, sum annars hevur verið væl við seinastu árini og vunnið fleiri FM-heiti.

[object Object]Páll Heri Nolsøe, Hallur Joensen og Jens Kjartan Feilberg (Mynd: Jan Müller)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder