Fótbóltur

Cristiano fer aftur til United

Í dag gjørdist greitt, at tað verður Manchester United, sum aftur fær gleði av at hava Christiano Ronaldo á liðnum - av nógvum mettur sum heimsins besti fótbóltsspælari.

Cristiano Ronaldo spældi fyri United frá 2003 til 2009. Myndin er frá 2007 (Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo spældi fyri United frá 2003 til 2009. Myndin er frá 2007 (Mynd: EPA)

2021-08-27 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú greitt, at portugisiska fótbóltsstjørnan, Cristiano Ronaldo, aftur verður partur av enska stórfelagnum Manchester United.

Í dag varð váttað, at partarnir hava funnið fram til semju. Cristiano Ronaldo kom sum 18 ára gamal úr Sporting til Manchester United, har hann spældi 196 dystir og skoraði 84 mál.

Í 2009 varð hann seldur til spanska stórfelagið Real Madrid har úrtøkan gjørdist 311 mál í 292 dystum.

Seinastu trý árini hevur hann spælt við italska stórfelagnum Juventus, men í vikuni gjørdist greitt, at hann ikki var sinnaður at leingja sáttmálan við italska felagið.

- Øll í felagnum síggja fram til at bjóða Cristiano væl afturkomnan til Manchester, skrivar Manchester United í eini fráboðan í dag.

Søgurnar í gjár gingu annars út upp á, at umboðsmaðurin hjá Ronaldo hevði ætlanir um at gera sáttmála við arvafíggindan, ovurríka felagið Manchester City.

Les eisini: Ronaldo heldur ikki fram í Juventus

Ronaldu vann Premier League tríggjar ferðir við United, Champions Leage eina ferð og FA Cup einaferð.

Fimm hevur hann fingið Ballon d’Or steypið sum ársins spælari í heiminum, í 2008, 2013, 2014, 2016 og 2017. Harumframt er hann seks ferðir komin inn á annað pláss.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder