Fótbóltur

Cristiano til Juventus – Fiat í verkfall

Fakfelag mótmælir ógvusliga keypsprísin av fótbóltsstjørnuni.

2018-07-12 17:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt italskt fakfelag hevur boðað frá, at arbeiðsfólkið hjá Fiat í italska býnum Melfi fer í verkfall, nú Juventus hevur keypt Cristiano Ronaldo fyri 100 milliónir evrur úr Real Madrid.

Real Madrid boðaði týsdagin frá, at leikarin, sum fimm ferðir er kosin heimsins besti leikari, varð seldur til Juventus. Tá leysasøgurnar byrjaðu at ganga um skiftið, hóttu arbeiðsfólkið í Fiat við verkfalli.

Sambandið millum Fiat og keypið av Cristiano Ronaldo er, at Agnelli familjan sigur 29,1% av Fiat og 63,77% av Juventus.

Arbeiðsfólkið fer i verkfall um kvøldið 15. juli og endar um morgunin 17. juli.

- Tað kann ikki góðtakast, at tit í fleiri ár hava biðið arbeiðsfólk í FIAT um at gera stóra stóra fíggjarliga uppoffran , meðan fyritøkan brúkar fleiri hundrað milliónir uppá keyp av einum fótbóltsleikara. Er tað rætt, at ein einkultur persónur vinnur sær milliónir, meðan fleiri túsund familjur ikki hava til meir enn hálvan mánað ? spyr fakfelagið í verkfallsfráboðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder