Annað

CrossFit: Eyðstein Simonsen og Synne We Ellingsen vunnu á Føroyaleikunum

Fríggjadagin og leygardagin varð kappast í Tvørmegi.

2021-07-11 17:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið var CrossFit-kapping í Tvørmegi, har endamálið var at finna Føroya Fittasta 2021.

Seks íðkarar vóru meldaði til kappingina – fýra menn og tvær kvinnur.

Kappingin var samansett av fimm ymiskum umførum, sum øll vóru avhildin fríggja- og leygardagin í sambandi við Føroyaleikunum.

Í Crossfit verður kappast í bæði úthaldni, styrki, fimleiki og kvikleika fyri at finna tann luttakaran, sum er best fyri, tá øll ítróttarlig barometur eru vigaði.

Tá samanum kom vóru vinnararnir Eyðstein Simonsen hjá monnum og Synne We Ellingsen hjá kvinnum.

Hinir luttakararnir vóru Turið í Homrum, Bartal Kamban, Marius Thomasen og Eyðun Højgaard.

CrossFit er ein vaksandi venjingarháttur í Føroyum, har endamálið er at skapa ein breiðan og almennan venjingarhátt fyri øll.

Í Tvørmegi verður miðað eftir at venja so fjølbroytt sum til ber, og útgangsstøði er tikið í øllum hugsandi ítróttum. Hetta fyri at venjingin altíð skal vera avbjóðandi og stuttlig, og hava so nógvar heilsuligar ágóðar við sær sum yvirhøvur gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder