Hann kom til landið í 2022 og eftir tvey ár í B68 og síðani eitt og eitt hálvt ár í EB/Stereymi, har hann uppá tað besta var vandamikil móti so at siga einum og hvørjum liði, varð Bobacar Sidik Dabo seldur til Gibraltar.
EB/Streymur fekk nakað av peningi fyri vongin úr Senegal. Men í vetur hava fleiri søgur gingið um, at Dabo hevur eitt ynski um at koma aftur til Føroya - og at áhugi er.
![]()
Dabo átti nógv í góðu gongdini hjá EB/Streymi í seinnu hálvu í 2024 (Mynd: EB/Streymur)
Nøkur feløg hava verið uppá tal, men nú tykiskt greitt, at 28-ára gamli vongurin í 2026 fer at hava heimavøll í Gundadali.
Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri keldum, at avtala verður gjørd millum B36 og Boubacar Dabo.
B36 hevur í vetur mist millum annað Pætur Petersen (Hillerød) og Marius Kryger Lindh (NSÍ) og tørvar álopskendar og vandamiklar spælarar.
Boubacar Dabo vandi sum skilst við B36 í gjár. Ítróttastjórin í B36, Jákup á Borg, var høvuðsvenjari hjá Dabo størsta partin av tíðini á Toftum.
Vendir aftur frá Gibraltar
Dabo gjørdi annars sáttmála við Lincoln Red Imps, sum var galdandi til og við 30.juni 2026. Harvið skal ein avtala uppá pláss við felagið á Gibraltar.
Har hevur Dabo spælt nógv og millum annað seks dystiir í Conferene League, har liðið var í deildarspælinum.
Sambært Faroeoccer spældi nú 28-ára gamli maðurin 86 dystir í fremstu røð í Føroyum í líka yvir trý ár. Har hevði hann 43 málstig - skjótt verður lagt afturat hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald