Hondbóltur

Dagsins spælari í Póllandi: - Tað var kensluborið og deiligt

- Torført at fata at man hevur spælt ein so góðan dyst í HM-endaspælinum og visti ikki heilt, hvat eg skuldi gera, tá eg fekk heiðurin. Niklas Gaard setur orð á flotta avrikið hjá sær og Føroyum móti Rumenia.

Niklas Gaard sigur, at hann var væl fyrireikaður uppá at fáa nógv skot - og uppá hvussu rumenski málverjin var. Her skorar høgri vongurin eitt av sínum átta málum (Mynd: IHF/Kolektiff)

Niklas Gaard sigur, at hann var væl fyrireikaður uppá at fáa nógv skot - og uppá hvussu rumenski málverjin var. Her skorar høgri vongurin eitt av sínum átta málum (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-21 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): - Eg var eitt sindur nervøsur áðrenn dystin og í byrjanini. Men eg fekk eina góða byrjan við tveimum málum beinanvegin, og so var eg væl við í dystinum.

Tað var eingin orsøk til at vera stúrin, tá bólturin kom út til Niklas Gaard, og hann slapp til skot í dag. Ella jú; um man var rumeni - ella íslendingur.

Eftir nærum 50 minuttir á bonkinum í fyrsta dystinum og allan dystin uttanfyri móti Íslandi hósdagin spældi Niklas í dag 60 minuttir. Hetta gav átta mál til Føroyar - hann brendi bert eitt skot meðan dysturin var spennandi.  Havnarmaðurin kendi seg væl fyrireikaðan.

- Vit vóru øðiliga væl fyrireikaðir uppá, at vit í høgru síðu kundu fáa nógv skot í dag. Eisini vóru vit væl fyrireikaðir uppá teirra málverja. Mladen (føroyski málverjuvenjarin, red.) hevði hugt nógv og sagt, at hann fylgir nógv okkara kroppi. So tað var bara at hava tol, staðfesti Niklas fyri Portalinum beint uttanfyri føroyska skiftingarrúmið.

- Reyða kortið hjá Róki tendraði okkurt

Stutt fyri steðgin fekk ein av sentralu spælarunum, Rókur Ziskason, beinleiðis reytt kort. Eitt bíligt reytt kort. Tá var Rumenia á odda við einum máli. Føroyingar himpraðust tó ikki - Tóki Friðriksson avloysti á lýtaleysan hátt, og føroyingar hugsavnaðu seg um egið avrik, sigur Niklas Gaard:

- Eg haldi, at vit verða bara meira tendraðir av reyða kortinum. Vit hugsavna okkum meri um okkara egna; hvat vit kunnu. Og tað var bara deiligt at spæla hondbólt í 2. hálvleiki.

[object Object]Frá stúran og ónøgd hjá Róki Ziskasson...

[object Object]...til stóran fagnað. Føroyingar loystu uppgávuna í bólkafinaluna frálíka væl (Myndir: IHF/Kolektiff)

Niklas Gaard varð eftir dystin kosin dagsins spælari. Hetta var kensluborið, og eg visti ikki heilt, hvat eg skuldi gera, staðfestir føroyski átta-máls skjúttin.

Nú hevur hann góðar vónir til meginumfari móti Fraklandi og Danmark tíðliga í næstu viku. Fyrst skal liðið tó taka sær eitt sindur av løttum og eta væl saman, sigur dagsins maður.

Sí eisini: Niklas Gaard varð dagsins maður

Hoyr alla ljóðsamrøðuna ovast

[object Object]
Liðfelagarnir fegnast saman við Niklasi Gaard (Mynd: IHF/Kolektiff)

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder