Fótbóltur

Dalibor Savic hevur sagt upp - Jákup Martin tekur yvir

HB hevur nú aftur nýggjan høvuðsvenjara. Talan er um gamla hjálparavenjaran Jákup Martin Joensen, ið segði seg úr starvi í síðsta mánaði.

- Dalibor Savic hevur ynskt at verða loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri monnum, og fara heim til familjuna í Svøríki. Nevndin hevur góðtikið uppsøgnina.

- Dalibor Savic hevur ynskt at verða loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri monnum, og fara heim til familjuna í Svøríki. Nevndin hevur góðtikið uppsøgnina.

2023-04-27 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Dalibor Savic hevur ynskt at verða loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri monnum, og fara heim til familjuna í Svøríki. Nevndin hevur góðtikið uppsøgnina. Vit takka Dali fyri tað arbeiðið hann hevur lagt í felagið, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

Hetta skrivar HB á heimasíðu sínari nú. Seinnapartin hava søgurnar gingið um, at starvið hjá svianum er í vanda, men nú hevur felagið so kunnað um nýggju støðuna í Gundadali.

Nevndin hevur valt at seta "ein gamlan kenning" í starv. Jákup Martin Joensen, sum í nakrar mánaðir var hjálparvenjari, verður høvuðsvenjara restina av hesum kappingarárinum. 

- Í honum meta vit at vit hava ein skikkaðan venjara, sum kann føra arbeiðið hjá Dali víðari, og samstundis kann vera við til at røkka tey mál, sum vit sum felag hava sett okkum.

[object Object]
Jákup Martin Joensen saman við gamla formanninum í HB, Páll Mohr Joensen, tá hann tók við sum hjálparvenjari hjá Dalibor Savic (Mynd: hb.fo)

Sí eisini: - 15 greinar skrivaðar um hjálparvenjaran hjá HB - hetta er uppblást

Jákup Martin byrjar í starvinum beinanvegin, kunnar HB um. Hann segði seg úr starvi seint í mars eftir nakað av rumbli. 46-ára gamli venjarin stóð á odda fyri EB/Streymi í fýra kappingarár, áðrenn hann kom til HB. 

Undir Dalibor Savic hevur HB ikki tapt ein dyst í ár. Liðið hevur vunnið fýra útav seks dystum í Betrideildini og er á 3. plássi við 14 stigum. HB kom víðari í steypakappingini við sigri í Sarpugerði móti steypavinnarunum Víkingi. Týskvøldið spældi HB javnt á heimavølli móti Víkingi.

Dagført: 17.03

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder