Fótbóltur

Dan: - Avrikið ber boð um at vit kunnu venda hesum

(Video) - Burdu vunnið í dag, áttu brotsspark og HB reytt kort. Tað koppar tó ikki til okkum í løtuni, staðfestir B36-venjarin. Hann viðurkennir at man er langt at røtta sínum mál, og at tað ikki er nóg gott.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-05 20:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir á rað í Betrideildini uttan sigur. Tað nívir hjá einum og hvørjum venjara og kanska serliga hjá einum, sum hevur meldað út, at sítt lið skal kappast um FM.

Hetta er B36 langt frá í løtuni, og tað er ikki nóg gott, staðfestir Dan Brimsvík,

36-ára gamli venjarin hjá B36 heldur, at tað avgjørt burdi verið eitt øðrvísi úrslit í dag, og at nógv spældi inn, fyri at tað koppaði til HB.

- Tað skulu ov nógvir málmøguleikar til hjá okkum í løtuni(...) so eru eisini avgerandi dømingar, ið ganga okkum ímóti, sigur Dan Brimsvík.

Hann heldur, at ábendingar eru um, at hetta kann vendast. Dan er til reiðar at geva alt fyri at tað skal eydnast - tann dagin nevndin metir, at ein annar skal til, so er tað ein onnur støða.

Sí samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36 eftir 2-1 tapið fyri HB omanfyri.

Betrideildin menn 8. umfar
Í dag, sunnudagin 5. mai

HB - B36 2-1 (1-0)
5' Jacob Johansson (Áki Samuelsen) 1-0
60' Mattias Hellisdal (Anton Søjberg) 1-1
82' Leivur Fossdal Guttesen (Hanus Sørensen) 2-1

Sí eisini: HB eigur framvegis Havnina

Til ber at lesa meira um dystargongdina HER
Sì uppstillingar, hagtøl og annar her

ÍF-Skála ÍF 1-2 (0-2)
26' Karl Martin Johansen, br. 0-1
38' Ragnar Skála 0-2
90 (+4)' Elvio Gelmini 1-2

Sí meira um dystin her
Les eisini: Skála hevur skrætt seg leyst av niðurflytingarstríðnum

Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 24 stig
2. HB 21 stig
3. KÍ 18 stig 
4. NSÍ 15 stig 
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder