Fótbóltur

Dan Brimsvík tvey ár afturat í B36

B36 og Dan Brimsvík hava longt sáttmálan við tveimum árum.

Dan Brimsvík (Mynd: Sverri Egholm)

Dan Brimsvík (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-02 16:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høvuðsvenjarin hjá B36 eitur Dan Brimsvík næstu tvey árini. Sáttmáli er undirskrivaður í dag galdandi fyri kappingarárið 2024 og 2025.

Ætlanin var at Dan Brimsvík í 2021 skuldi byrja í B36 sum høvuðsungdómsvenjari, og síðani í 2022 taka yvir sum høvuðsvenjari á besta mansliðnum.

Men longu á vetri í 2020 kom 35 ára gamli havnarmaðurin til Føroya eftir lestur, og tók yvir á besta liðnum eftir at Jákup á Borg og B36 fóru hvør til sítt.

- Dan hevur nú staðið á odda fyri besta liðnum í barndómsfelagi sínum í 2021, 2022 og nú í 2023. Sjálvt um vit eiga stóra úrslitið í landskappingini til góðar hava vit vunnið stórar løtur og dystir saman við Dan Brimsvík.

- Størsta einstaka løtan, sum eisini uttan iva var ein sera týðandi løta fyri Dan og felagið, var Løgmanssteypið í 2021. Men tað kunnu vit ikki nevna uttan at eisini minnast stóru løturnar og megnar avrikini í Conference leauge í fjør summar, skrivar B36.

B36 liggur á triðja plássið við 27 stigum, og fær sunnudagin vitjan av Víkingi í Gundadali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder