Fótbóltur

Dani skal styrkja liðið hjá Skála ÍF

Nicolai Dohn er sterkur miðvallari, ið fegin luttekur í nærdystum.

2023-12-18 18:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skála Ítróttafelag boðar í dag frá, at tey hava gjørt sáttmála við 25 ára gamlan miðvallar, sum skal styrkja um liðið, tá tað aftur skal spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

Nicolai Dohn er navnið, og hann kemur frá býnum Hammel í Jútlandi. Hann hevur áður spælt við Skive IK, Nykøbing FC og AC Horsens.

Nicolai hevur verið í Føroyum og royndarvant í november, og somuleiðis hugt nærri at umstøðunum hjá felagnum. Hann er ein sterkur miðvallari, ið fegin luttekur í nærdystum og hevur somuleiðis eitt gott yvirblikk, skrivar Skála ÍF í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder