Fótbóltur

Daniel Johansen nýggjur føroyingur í Hillerød Fodbold Elite

Hillerød kunngjørdi í morgun, at 25 ára gamli Daniel Johansen hevur skrivað sáttmála við felagið, galdandi til og við 2027.

Daniel Johansen og stjórin í Hillerød Fodbold Elite, Jackie Liljedahl Rasmussen. (Mynd: Hillerød Fodbold Elite)

Daniel Johansen og stjórin í Hillerød Fodbold Elite, Jackie Liljedahl Rasmussen. (Mynd: Hillerød Fodbold Elite)

2024-06-17 10:30 Author image
Áron Vest
placeholder

Um vikuskiftið skrivaðu vit, at ein føroyskur landsliðsleikari skiftir til Hillerød Fodbold - felagið hevur í dag váttað, at Daniel Johansen hevur gjørt sáttmála.

Sostatt kunnu fótbóltsføroyar gleðast um, at enn ein føroyingur tekur eitt fet upp á yrkisleiðini: hesaferð frá einum av niðaru liðunum í triðbestu donsku deildini, til eitt lið, ið liggur mitt í næstbestu deildini í Danmark.

Daniel Johansen skifti í august mánaða 2023 HB út við danska felagið Thisted FC. Har hevur hann verið teimum ein fongur.
Við sínum serligu dygdum í álopskenda spælinum, hevur hann verið ein lyklaspælari í bjargingini nú í vár, og tíðliga í summar. 

Tað gjørdist til trý mál, umframt nøkur upplegg í niðurflytingarspælinum. Daniel hevur spælt 28 dystir fyri Thisted alt kappingarárið.

25 ára gamli Daniel, sum nú tekur eitt fet upp á yrkisleiðini, hevur vunnið tvey føroyameistaraheiti. Umframt hetta, hevur hann eisini vunnið kappingina um Løgmanssteypið tvær ferðir - alt við Havnar Bóltfelag. Hann hevur spælt sjey landsdystir fyri A-landssliðið, har seinasti dystur var móti Lettlandi í farnu viku.

Sostatt verður Daniel liðfelagi við Adrian Justinussen og føroyingavinin Sebastian Pingel.

Her kanst tú lesa, hvat Hillerød Fodbold skrivar, í samband við at felagið hevur fingið Daniel Johansen í hópin.

Her kanst tú lesa, hvat Thisted FC skrivar, nú teir missa ein lyklaleikara í Daniel Johansen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder