Ísland vann 5-1 á Sveis: EM-dreymurin hjá føroyska U21-landsliðnum livir enn

Um Føroyar vinna á Luksemborg í Klaksvík í morgin, verður ein finaludagur í bólkinum týsdagin.

Føroyska liðið, nakar skert, skal vinna tveir teir seinastu dystirnar fyri at kunna koma til EM (Mynd: FSF)

Føroyska liðið, nakar skert, skal vinna tveir teir seinastu dystirnar fyri at kunna koma til EM (Mynd: FSF)

2026-09-29 18:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið hevur eftir átta av tíggju dystum í undankappingini til EM 2027 longu sett stigamet.

Sí eisini: U21-landsliðið hevur sett met og vunnið helmingin av sínum dystum

Og við 2-1 sigrinum í Estlandi fríggjakvøldið, saman við 5-1 sigrinum hjá Íslandi á Sveis í kvøld, livir føroyska EM-vónin framvegis.

Úrslitini merkja, at Føroyar kunnu fáa Sveis aftur. Sveis, sum hevur spælt níggju av tíggju dystum, og sum bert hevur Frakland eftir á skránni.

Støðan í bólkinum - tvey tey fremstu liðini eftir tíggju umfør koma til EM-endaspælið
1. Frakland 17 stig *
2. Sveis 17 stig 
---------------------
3. Ísland 15 stig
4. Føroyar 12 stig **
5. Luksemborg 4 stig *
6. Estland 2 stig **

*  Tveir dyst færri (7)
** Ein dystur færri (6)

Nummar eitt er víðari til U21 EM 2027, meðan tvey'arin skal spæla play-offs (røkkstøkk-dystir)

Tað krevst tó at Føroyar vinna á Luksemborg, sum vitjar í Klaksvík. Hetta í morgin, mikudagin 30 september klokkan 17. 

Síðani bíðar sterkt íslendskt lið á Tórsvølli týsdagin 6. oktober. Tríggir føroyskir spælarar, sum hava U21-aldur, eru á A-landsliðnum og verjuskansin Ingi Arngrímsson hevur leikbann.

FM1 sigur frá U21-dystinum í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder