Fótbóltur

Daniel og Meinhard á vikuliðnum

Avrikini hjá tveimum føroyingum í 24. umfari í næstbestu donsku deildini vaktu ans.

Meinhard Egilsson Olsen í landsdysti í Kekkia í farna mánaða. Hann vísti seg serliga væl fram í Montenegro nakrar dagar seinni, og hevur hann fingið góða byrjan í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen í landsdysti í Kekkia í farna mánaða. Hann vísti seg serliga væl fram í Montenegro nakrar dagar seinni, og hevur hann fingið góða byrjan í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-08 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Daniel Johansen legði upp til bæði málini hjá Hillerød og var við at halda málið reint móti Hobro fríggjakvøldið, og Meinhard Egilsson Olsen skoraði annað málið hjá Kolding í Esbjerg sunnudagin og vísti seg annars væl fram.

Sí eisini: Daniel Johansen legði upp til bæði málini í sigri

Sí eisini: Meinhard Egilsson skoraði sítt fyrsta mál fyri Kolding

Fyri flottu avrikini eru føroysku spælarararnir valdir á vikuliðið fyri 24. umfar í næstbestu donsku deildini, Nordicbet deildini.

[object Object]Daniel sum vinstri vongbakkur og Meinhard sum vinstri miðvallari á liðnum (Mynd: NordicBetLiga)

[object Object]Daniel Johansen til landsliðsvenjing í september. Hillerød-spælarin hevur ikki verið úttikin undir verandi venjaratoymi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NordicBet deildin hevur eisini vinstra bakkin og vinstra vongin sum dagsins spælarar í sínum dystum og sigrum.

Hillerød er ovast í niðara endaspælinum, og Kolding er numar fýra - níggju pláss frá møguligum uppflytaraplássi. Átta umfør resta í, í kappingini í næstbestu donsku deildini.

[object Object]
Meinhard Egilsson fagnaður eftir sítt fyrsta mál fyri Kolding. Hetta var eftir brotsspark í Esbjerg. Hartarbeiðandi runavíkingurin hevur fingið frálíka bryjan í Kolding (Mynd: Kolding)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder